Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heidnir og hjartaleysir høgrapolitikarar, hvørs gerningar siga alt

Tað, tit ikki gjørdu móti einum av mínum teimum minstu, tað gjørdu tit heldur ikki móti mær. Farið tí til ta æviga revsing. Soleiðis segði hin heimleysi Jesupápi.

Og hetta verður her víst til, nú tey høgrareligiøsu enn á einum sinni hava víst hin ómenniskjansliga svarta litin Tey minstu fáa onga lívd og mugu – eins og Jesupápi – vísa til Himmalsins fuglar, ið hava reiður.................. meðan, tey mugu liggja úti allan dagin í regni, kava og vindi.

At nokta at seta pening av til eina hitastovu til heimleys visir bert eirindaleysu og hjartaleysu muruna í religiøsa, men djúpt ókristiliga høgra. Elska Guð og skíta á næstan, er mottoið.

Vit vita, ella átti at vita, at trúgv uttan gerningar er steindeyð. Tí gerningurin vísir og avdúkar,tá heimleys ikki verða hjálpt, men vera noydd at ganga úti allan dagin fyri vág og vind, tá hjálp annars er til og kann gevast, vísir nógv um, hvønn hesu fólk tilbiðja: Mammon og egoismu.

Og lat okkum onnur biðja Jesupápa um at vera við teimum heimleysu og øllum, ið treingja til hjálp,

Gleðilig jól.

Dagfinnur Danbjørg.