Heðin vitjar á Bessastøðum
Í morgin vitjar Heðin Mortensen, borgarstjóri, við fylgi á Bessastøðum, har íslendski forsetin Ólavur Ragnar Grímsson er vertur.
Í sambandi við fundin í Grunninum Nuuk – Reykjavik – Tórshavn, sum í ár verður hildin í Reykjavík, er Heðin Mortensen, borgarstjóri, á vitjan í Íslandi.
Við borgarstjóranum eru onnur umboð fyri stjórn og umsiting hjá Tórshavnar kommunu, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Jákup Simonsen, mentamálaleiðari, og býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal og Sjúrður Olsen.
Í dag seinnapartin verður fundur um umsóknirnar til grunnin. Í morgin verður vitjað á Bessastøðum, har Ólavur Ragnar Grímsson, íslendski forsetin, er vertur. Aftaná er døgverði á Skólabrú.
Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin er Reykjavíkar kommuna vertur. Tá verður millum annað vitjað í húsunum hjá Halldóri Laxness. Nærri verður kunnnað um hetta seinni.