Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin valdur borgarstjóri til 2016

Nýggja býráðið í Havn kom saman í kvøld fyri fyrstu ferð. Eittans mál var á skránni, val av borgarstjóra. Eittans uppskot var: Heðin Mortensen, sum varð einmælt valdur til borgarstjóra eitt fýraáraskeið aftrat.

Heðin Mortensen takkaði fyri álitið, nú hann á triða sinni er valdur til borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

- At vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu er ein stór og krevjandi uppgáva, men tað er ein uppgáva sum eg av fullum hjarta fari at leggja stóra orku í at røkja til fullnar eftir míni allarbestu sannføring - fyri borgarar, politiska myndugleikan og tey mongu starvsfólkini, ið starvast í Tórshavnar kommunu.

- Eg kann ikki siga annað enn, at tað rørdi meg, og eg eri sera eyðmjúkur fyri tað álit, veljarar í Tórshavnar kommunu vístu mær valkvøldið. Hetta er ein stór demokratisk ábyrgd, sum eg eri fullgreiður yvir, og sum eg taki í størsta álvara. Tí ætli eg mær eisini at royna allar teir møguleikar sum eru, fyri einum breiðum samstarvi, og á tann hátt virða breiðu fjøldina av veljarum í Tórshavnar kommunu.

- Javna kyns- og aldursbýtið í býráðnum skuldi eisini borgað fyri góðum samstarvslagi og um góð úrslit. Tað eru ið hvussu so er royndirnar, vit hava havt undanfarnu tvey valskeiðini, har býtið millum menn og kvinnur eins og aldursbýtið eisini hevur verið á heilt góðari leið.

- Eg ynski at komandi býráð frameftir framhaldandi fer at leggja stóran dent á trivnað, og at tryggja breiðu fjøldini av borgarum og vinnulívinum í kommununi eitt gott tænastustøði.

- Eg vil, at vit eisini frameftir skulu hava dirvi til at taka stórar og týðandi avgerðir, sum eru so neyðugar – ikki bert fyri kommununa, men fyri landið alt, og fyri tað virksemi, sum er so neyðugt at lívga um og skapa fortreytir fyri, skal framtíðin verða okkum øllum góð.

- Eg vil, at borgarin á øllum økjum skal kenna seg væl í kommununi. Nærvera, greidleiki og dynamikkur skulu eykenna samskiftið millum kommununa og borgarar, og millum kommununa og vinnulívið.

- Vit hava hetta farna skeiðið verið ígjøgnum eina tíð, har fíggjarkreppa hevur merkt heimin kring okkum. Vit settu okkum fyri við ábyrgd, varsemi og skilagóðum raðfestingum at leiða kommununa ígjøgnum nøkur trupul ár.

- Í dag haldi eg, at vit kunnu siga, at tað við góðum samstarvi millum allar flokkar hevur hepnast rættiliga væl at halda eina skilagóða javnvág millum eina varisliga kós, og tað at halda bæði vinnuhjólum og trivnaðinum í kommununi á einum nøktandi støði.

- Vit hava framt stórar útbyggingar og tikið uppgávur á okkum, men vit hava kortini havt bæði beinini á jørðini.

Fíggjarstøðan hjá kommununi er soleiðis, at vit kunnu halda fram á somu kós, eisini um búskaparliga gongdin ikki verður eftir vild, og harvið hevur kommunan styrki til at vera við til at stabilisera samfelagið. Tí kunnu vit í felag vera errin av.

- At verða vald í Tórshavnar býráð er ein stórur heiður. Men tað er eisini ein stór ábyrgd. Tað liggur á okkum øllum í felag at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum vit vegna borgararnar í kommununi umsita.

- Harumframt hevur Tórshavnar kommuna sum høvuðstaður landsins eina serliga ábyrgd at ganga á odda og taka rúmligar avgerðir øllum landinum at frama.

- Men tað er samstundis eisini okkara uppgáva kommunupolitiskt at tryggja okkum tær sømdir, ið eru neyðugar fyri støðugt at mennast og lyfta uppgávuna sum høvuðsstaður. Her hava vit tíverri ongi stór frambrot at vísa á – heldur er tað hin vegin – men ikki er tað tí, at okkara lutur hevur ligið eftir. Nú skulu vit tó líta frameftir. Vit mugu dríva á í samskiftinum við landsmyndugleikarnar at vísa á møguleikarnar, í treysti til, at nú noyðist tað at fara at ganga framá á hesum økinum eisini.

- Og vit mugu støðugt hava okkum fyri eyga, at serliga samskiftið við landspolitisku myndugleikarnar má ongantíð blíva eitt flokspolitiskt prosjekt, tað er enn ein uppgáva, sum vit mugu og kunnu lyfta í felag.

- Eg fari ikki á hesum sinni at greiða ítøkiliga frá, hvørji eg ætli at málini næstu 4 árini skulu verða. Tað skulu vit í felag at finna fam til hesar komandi vikurnar. Eg kann tó siga somikið sum, at vit mugu byggja á verandi grundvøll, tí var tað, sum veljarin 13. november so greitt segði okkum, at hann vil.

- Men skulu vit halda kós og fremja úrslit, og saman við øllum teimum góðu starvsfólkunum í kommununi liva upp til tey krøv og tað álit, okkum er givið, er neyðugt, at vit samstarva um felags mál. Eyðvitað eru vit ikki samd um alt. Tað skulu vit heldur ikki vera, tí tað eru júst tey ymisku sjónarmiðini sum gera, at vit hava møguleika til í felag at skapa nakað, sum er betri enn tað, sum vit hvør í sínum lagi kundu droymt um.

- Eg fari heldur ikki á hesum sinni at takka nøkrum fyri skjótt farnu 4 árini – tað bíðar til arbeiðsskeiðið hjá sitandi býráði er runnið.

- Men tað er mær ein frøi at ynskja nývaldu býráðslimunum at vera vælkomin í býráðið, og eg ynski tykkum - eins og tykkum afturvaldu – hjartaliga tillukku við valinum við ynskjum um eitt gott samstarv, Tórshavnar kommunu og øllum landinum at frama, segði endurvaldi borgarstjórin, Heðin Mortensen í røðu til nýggja býráðið, sum fer til arbeiðis eftir nýggjár.