Heðin stillar ikki upp til løgtingsvalið!
Tað er einki minni enn ein politisk bumba, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum stóð á valevnislistanum hjá Javnarflokkinum líka til í gjárkvøldið, nú seinnapartin hevur avgjørt ikki at stilla upp til løgtingsvalið.
Heðin Mortensen hevur í dag givið leiðsluni í Javnaðarflokkinum boð um avgerðina, sum er tikin í besta forstáilsi við floksleiðsluna. Í stuttari viðmerking við Tórsportalin sigur hann, at avgerðin fall eftir seinasta uppstillingarfundin í gjárkvøldið.
- Við 2.200 persónligum atkvøðum í Tórshavnar kommunu til býráðsval havi eg fingið eina so avbera stóra álitisváttan sum borgarstjóri. Eg brenni fyri hesum álitinum og ætli mær at halda orð, tí stórar avbjóðingar eru fyri framman í kommununi.
- Mítt stóra ynski er, at tey, sum hava stuðlað mær, skulu kenna seg trygg við, at eg verji borg og fremji tað í verki, sum eg havi lovað, og at eg fari at verða verandi í hesum starvi, sum borgararnir í Tórshavnar kommuna hava valt meg til. Og eg eri slett ikki komin á mál, tí hópur av arbeiðum eru og verða sett í gongd í nærmastu framtíð, sigur hann í stuttari viðmerking.
Kelda: http://torsportal.fo/?p=19088