Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin spyr Henrik um avsláttur umborð á Strandfaraskipum Landsins

Dan Klein --- 17.04.2018 - 09:32

Fyrispurningur um avsláttur við Strandfaraskipum Landsins, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjum verður avsláttur latin umborð á Strandfaraskipum Landsins?
2. Fáa ferðandi, ið hava rætt til avsláttur, eisini avsláttur av prísinum fyri akfør síni?
3. Um avlamispensjónistar og onnur ikki fáa avsláttur fyri akførini, hví fáa tey ikki tað?
4. Heldur landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at fólk, ið mugu hava akfar við sær fyri yvirhøvur 
        at kunna ferðast, ikki eisini skulu fáa avsláttur fyri tað?
5. Fer landsstýrismaðurin at taka neyðug stig, so avlamispensjónistar og onnur við serligum tørvi
        eisini fáa avsláttur fyri akfør síni umborð á Strandfaraskipum Landsins?


Viðmerkingar:
Tá ferðast verður við Strandfaraskipum Landsins, ger seg galdandi, at pensjónistar gjalda helvtina av einkultum ferðaseðlum. Men tað vísir seg, at hesin avsláttur bert er galdandi fyri persónliga ferðaseðilin og ikki fyri eitt møguligt akfar.

Tó kunnu tey, ið bera brek og hava tørv á fylgjara, frá MBF fáa fylgjarakort, so tey, tá tey ferðast, kunnu fáa fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil fyri fylgjaran.

Men tað vísir seg, at hóast nógvir avlamispensjónistar ikki kunnu ferðast, uttan at hava akfar við sær, so er eingin avsláttur galdandi fyri akfarið. Tískil noyðast tey at gjalda fullan prís fyri akfarið, hóast tað er har, ein avsláttur veruliga hevði gjørt mun.

Avlamispensjónistar uppliva tað sum mannminkandi, at tey ikki kunnu fáa akfarið við sær undir somu treytum, sum tey sjálv ferðast. Dømi eru enntá um, at tá tey hava spurt, hví so er, hava tey fingið sum svar, at tað skal bera til at snýta við avsláttrarkortinum, tí tað kann lánast øðrum, ið sostatt kunnu fáa sín bil bíligari við Strandfaraskipum Landsins, hóast tey ikki hava rætt til tað.

At ein avsláttur fyri pensjónistar bara er galdandi fyri ein part av ferðaútreiðsluni, virkar ikki at vera serliga rímiligt, tí tá røkkur avslátturin ikki til endamálið, ið hann átti at havt. Vónandi eru hetta bara viðurskifti, sum onkursvegna av óvart eru skeiklað, so tað skal bera til at rætta tey nú.

Á Løgtingi, 16. apríl 2018

Heðin Mortensen, løgtingsmaður