Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN SETTI SMYRIL LINE CUP

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti mánakvøldið Smyril Line Cup í Hoyvíkshøllini. Hetta er fyrstu ferð, stevnan fyri handbóltsleikarar í aldrinum 14-16 ár verður hildin. Einir 100 útlendskir handbóltsleikarar eru komnir til Føroya at taka lut í stevnuni. Samlaða latið er áleið 220 leikarar. 

Endamálið við stevnuni er fram um alt, at handbóltsleikararnir spæla fleiri dystir eftir fáum døgum.

Ætlanin er við árunum at laða upp eina veruliga altjóða kapping í handbólti í Føroyum. Tað eru teir báðir Morten Hust og Claus Rasmussen, ið hava tikið stig til stevnuna, og teir vóna, at talið á útlendskum gestum bara fer at vaksa ár undan ári. 

Borgarstjórin fegnaðist um, at handbólturin er so vælumtóktur í norðurlondum, og hann vísti samstundis á, at hetta eisini er orsøkin til, at Tórshavnar kommuna hevur veitt kappingini fíggjarligan styrk.