Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN RENNIR MARATHON Í REYKJAVÍK Í DAG

Heðin Mortensen, borgarstjóri, luttekur á triðja sinni í kapprenningini á Mentunarnáttini í Reykjavík. Renningin eitur "2015 Islandsbanki Reykjavik Marathon", er 10 km og byrjar í morgun - leygarmorgun - klokkan 10.30.

Renningin er soleiðis skipað, at stutt eftir, at komið er á mál, fáa allir tilmeldaðu luttakararnir úrslitið við sms á fartelefonina.

Longu kl 14 í dag setir borgarstjórin føroyska partin av mentanarnáttini á Sendistovu Føroya, har Listagluggin skipar fyri stórari framsýning, og Birgir Enni, Ruben Busk og bóndahjúnini úr Dímun borðreiða við føroyskum brellbitum, umframt at Føroya Bjór stuðlar tiltakinum við føroyskum drykkjuvørum.

Seinni í dag eru tiltøk í Perluni, har m.a. Hanus Johansen og Cantabile, Tróndur Enni og Lív Næss og Marius Ziska syngja og spæla. Skipað verður eisini fyri útferðum.

Borgarstjórin verður aftur mánadagin.