Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen svarar Vinnnuhúsinum: Ósakligir pástandir frá Vinnuhúsinum

Tað er ongin, sum hevur skapt so góðar karmar fyri føroysku vinnuna, sum akkurát Tórshavnar kommuna. Vit hava hildið rimmarfast um bara at bjóða øll arbeiði út til føroyskar fyritøkur.

  Tað er alla æru vert, at Vinnuhúsið við sínum regluligu tíðindaskrivum mánamorgnar roynir at ríka og lyfta almenna kjakið í Føroyum. Men hevur Vinnuhúsið einki væl grundað sjónarmið at føra fram, hevði helst verið betri fyri bæði kjakið og Vinnuhúsið, at lopið ein mánamorgun um, sum tíðindaskrivið 1. desember er dømi um.

Tað er ikki við mýkindum, at Vinnuhúsið, við nevndarformanninum Berguri Poulsen á odda, langar út eftir kommununi í miðlunum. Kommunan tolir væl, at bæði virksemi og peninganýtsla verða viðmerkt og kritiserað, men kommunan ger sum almennur myndugleiki sítt ítasta fyri at kunningin, sum fer út frá kommununi, er saklig, røtt og grundgivin – og eg hevði hildið, at hetta eisini er tað minsta, vit kunnu vænta av einum so breitt fevnandi samtaki sum Vinnuhúsinum.

Einki við kommunuskattin at gera

Vinnuhúsið hartar kommununa fyri at spæla, at hon er ein fyritøka, og nevnir nøkur dømi um hetta. Tað eina dømið er umvælingin av Saltsølubygninginum, Sjóvinnuhúsinum, sum Vinnuhúsið sigur trokar aðrar vinnuútleigarar av marknaðinum, og at tað tí nærum er ógjørligt hjá privatum at leiga út í dag.

Til hetta er at siga, at arbeiðið við Sjóvinnuhúsinum er júst byrjað, so tað ávirkar neyvan hugin at leiga frá privatum fyritøkum í dag – tvørturímóti eru tey flestu leigumálini, sum hava verið í bygninginum, í dag í øðrum bygningum hjá privatum útleigarum.

Sjóvinnuhúsið er annars ein roynd at fáa nakað meira enn vanligt útleiguvirksemi burtur úr avlopsplássinum, sum kommunan sjálv ikki nýtir. Ætlanin er at gera Vestaru bryggju til ein depil fyri menning, gransking og vinnu. Ætlanin er at skapa eitt umhvørvi, sum kann trekkja til sín og skapa nýtt virksemi, sum enn ikki er til her í landinum.

Ætlanin, sum av Vinnuhúsinum verður skýrd óproduktiv, byrjaði saman við vinnuni á staðnum og verður karmur um bæði alment, kommunalt og privat virksemi. Sjóvinnuhúsið verður ikki fíggjað av skattakrónum. Ikki at umvælt saltsølubygningin hevði tí ikki givið nakran skattalætta, soleiðis sum greinin annars tykist at geva fatan av.

Hitt dømið, sum Vinnuhúsið nevnir, eru stóru íløgurnar, Tórshavnar Kommuna hevur gjørt í bygningar í miðbýnum í Havn, og sum sambært teimum ikki bara eru ætlaðar til at hýsa kommunalum virksemi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnuligar útbjóðarar.

Hvørjar bygningar, Vinnuhúsið her sipar til, veit eg ikki. Einastu bygningar, sum kommunan eigur og leigar út í miðbýnum, eru nøkur sera smá handilshøli, sum fyri tað mesta hýsa smáum heimavirkisfeløgum ella hjálparfelagsskapum við trimum undantøkum: Glimmur, Guðrun og Guðrun og Tutl, sum øll gjalda húsaleigu eftir marknaðartreytum.

Sakni kompetenta kapping

Tórshavnar kommuna hevur eitt hitt lægsta skattaprosentið í landinum, hóast kommunan hevur megnað at sett í verk fleiri stórar verkætlanir seinastu árini – allar bjóðaðar út í Føroyum til føroyskar arbeiðstakarar.

Um tað er at søpla pengar hjá fólki burtur, veldst sjálvandi um, hvussu vit venda tí. Men kanska Vinnuhúsið skuldi vent kikaranum meira inneftir og hugt eftir, hvat verandi kartellíknandi støða á flest øllum vinnugreinum ger við prísin á teimum vørum og tænastum, vit fáa. Kanska ein meira kompetent kapping kundi gjørt tað møguligt at lækka skattin.

Í grannalondum okkara byggja vinnufyritøkur bíligar íbúðir til privata útleigan. Tað riggar oftast væl, er bíligt, væl skipað og trygt. Tað sama kunnu vit tíverri ikki siga í Føroyum. Tí er arbeiðið hjá Bústøðum kærkomið, og onki løgið er í, um fólk í hópatali sita og bíða eftir eini góðari íbúð, um alternativini eru ein vátur kjallari ella eini sethús, sum føroyska vinnan ikki megnar at byggja fyri ein prís, sum tvær meðalinntøkur orka at gjalda.

At enda sóknist eg eftir okkara góðu vinum. Hvar eru entreprenørarnir, vit hava hjúklað um og vart móti útlendskari kapping í mong ár? Eru teir samdir við Arbeiðsgevarafelagnum og Vinnuhúsinum í hesum úttalilsum? Um so er, so eiga vit at fáa tað at vita sum skjótast, tí so handla vit hareftir.

02. desember 2014

Heðin Mortensen

borgarstjóri