
Heðin Mortensen fremur úrslit fyri okkum eisini
Eftir at vit noyddust í fjølmiðlarnar við einum lesarabrævi undir yvirskriftini, “Kommunan ger korini ótolandi fyri handilsvinnuna í Havn” fyri fáum døgum síðani, har vit kærdu okkum um ta sera órættvísu viðferð, sum fyritøka okkara, Sp/f Kaj Andreasen & Co, hevur fingið frá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi millum annað einum vantandi byggiloyvi, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, tíbetur tikið mál okkara í egnar hendur og lovar at loysa tey.
Tað var skjótt, at borgarstjórin ringdi til mín og bjóðaði til fundar, so skjótt lesarabrævið hjá mær var komið í fjølmiðlarnar, og hann lovaði mær at taka málið við á býráðsfund í somu viku.
Býráðið hevur nú samtykt at geva okkum byggiloyvi, og tað er at fegnast um.
Takk fyri, Heðin Mortensen, at tú – eisini fyri okkara viðkomandi – hevur gjørt slagorðið hjá tær og flokki tínum, “Vit fremja úrslit”, til veruleika. Eisini takki eg tær fyri, at tú lovar at loysa tvey onnur mál hjá okkum.
Eg bíði í spenningi eftir skrivliga byggiloyvinum frá Tórshavnar kommunu umframt skrivligu tilsøgnini um loysn á hinum báðum málunum.
Bergur Andreasen
stjóri og vinnurekandi í Tórshavnar Kommunu seinastu 22 árini