Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen fær umbering fyri falska skuldseting

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr.  55/2016 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, um fyrispurningur um kæru til løgtingsins formansskap hin 16. februar 2000 frá táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, har hesin av órøttum ákærdi undirritaða fyri at bróta tagnarskyldu mína sum næstformaður í Uttanlandsnevnd løgtingsins, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni, frá  Heðini Mortensen, løgtingsmanni

Fyrispurningurin var soljóðandi:
Kann løgmaður upplýsa, hvørji stig hann ætlar sær at taka at fáa fram í ljósið, hvat ið hendi, tá landsstýrið, við táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, á odda, hin 16. februar í 2000 í kæru til løgtingsins formansskap setti fram falskar ákærur móti undirritaða, sum tá var næstformaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, um at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting.

Svar:
Eg ætli mær ikki at taka nøkur serstøk stig, tí viðurskiftini hjá undanmonnum mínum í løgmansembætinum eru uttanfyri mítt starvsøki. Mítt starv er fyrst og fremst at samskipa og at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, sum nú sita.

Í sambandi við fyrispurningin havi eg kortini tosað við  Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um málið. Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari. 

Løgmansskrivstovan, 24. mars 2016

Aksel V. Johannesen 
løgmaður