Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Vit eiga at banna píkum í høvuðsstaðnum

Borgarstjórin heitir nú í sambandi við umhvørvisvikuna í høvuðsstaðnum á landstýrismannin at virka fyri, at kunngerðin um nýtslu av píkadekkum verður broytt soleiðis, at bannað verður at koyra við píkum inni í høvuðsstaðnum.

Í turrveðri slítir ein vanligur persónbilur á píkadekkum millum 10 og 20 gram av dusti av vegnum um dagin. Tað mesta av hesum endar sum samantrýst dust framvið vegunum. Ein partur fer upp í luftina og ein part av tí anda vit niður í okkum. Tey, sum anda mest niður í seg, eru tey, sum eru nærmast hjólunum – børnini! Hvør bilur, sum koyrir á píkadekkum, hevur ábyrgd av umleið 100 kg av asfaltsdusti hvønn vetur.

Í Evropa verður mett, at 13% av teimum, sum hava astma, og 15% av andadrátssjúkum annars í býunum, eru sjúk orsakað av luftdálking, sum stendst av gassi og bitlum (partiklum). Píkadekksdálking er sera umfatandi í býum í fjallalondum, og tí eru fleiri býir farnir at avmarka ella banna nýtsluni av píkadekkum. Aðrir býir lutvíst eisni avmarka koyringina í miðbýunum orsakað av útlátsdálking.

Ein máting í norska høvuðstaðnum vísti, at smábitladálking úr Evropa hevur ábyrgd av helminginum av gasseitranini av luftini, bílaútlát, viða- og oljufýring umleið 30% og vegdust ábyrgd av restini. Útstoytsbitlar eru sera smáir, eru av organiskum uppruna og kunnu vera krabbameinselvandi, m.a. tí at vit anda teir heilt inn í lunguni. Vegdustið er tað mesta av mineralskum uppruna og av tjøru, hetta eru størri bitlar, sum seta seg í bronkiurnar.

Ongar veruligar kanningar eru gjørdar í Føroyum, men ferðsluliga kunnu vit oftast samanberast við norskar býir. Taka vit ein bý sum Tróndheim, so er dálkingin av vegdusti har upp til 10 ferðir hægri enn tað mark, sum ES eftir vegleiðing frá WHO hevur mett sum vandamikið fyri fólk. Í Oslo var dálkingin 5 ferðir hetta hámark, tá ringast stóð til. WHO hevur ikki kunnað sett nakað lágmark, hetta tí ikki er staðfest enn, hvussu stórur partur av fólkinum eru ovurviðkvom fyri hesum slagnum av dálking.

Dálkingin frá motorum er í minking, bæði orsakað av katalysatorum, partikkulfiltrum og tí at motorarnir dálka minni sum heild við betri brenning og reinari útláti. Her hevur kommunan eisini roynt at hjálpa til við at keypa nýggjastu og minst dálkandi bussarnar. Men trupulleikin av vegdustinum fer ongan veg, so leingi píkadekkini eru loyvd. Umframt sjálva dálkingina, so er umvælingarkostnaðurin av vegaslitinum ómetaliga stórur, eins og reingerðin kostar sera nógv. Tí verður dustið ikki tikið burtur, so dálkar tað alt árið.

Landsverk hevur staðfest, at píkadekk minka munandi um vandan fyri ferðsluvanlukkum í hálku. Hetta ger, at vit mugu staðfesta, at píkadekk hóast alt umboða ávísa trygd í ferðsluni. Fyri nøkur. Tí hesi kenna seg ikki trygg uttan. Hinvegin mugu vit staðfesta, at í Tórshavnar kommunu slepst til arbeiðis við eini nýmótans umhvørvisvinaligari og ókeypis bussleið, teir fáu dagarnar, tá illa ella ikki er koyrandi fyri hálku.

Tørvur er at minka um brúkið av píkadekkum, eingin ivi um tað. Men vit fara sjálvandi ikki at banna t.d. norðradalsmonnum at brúka píkadekk. Tað er vónleyst. Men nú umhvørvisvika er, eiga vit at hugsa um teir ómetaliga stóru fyrimunir, eitt forboð fyri nýtslu av píkum í sjálvum býnum hevði havt við sær. Býurin hevði blivið munandi reinari og vit høvdu havt fleiri miljónir til nýgerð og umvælingar av veganetinum, eins og til at gera samlaða veganetið tryggari.

Eg havi fyri stuttum havt fund við landstýrismannin í innlendismálum, Kára P. Højgaard. Í tí sambandi verður nú heitt á landstýrismannin at virka fyri, at kunngerðin um nýtslu av píkadekkum verður broytt soleiðis, at bannað verður at koyra við píkum inni í høvuðsstaðnum.

Heðin Mortensen

borgarstjóri