Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Mælir til at byggja stórhøll niðan móti Villingardali

Ein stórhøll, marghøll ella ein Grand Arena í Havn. Borgarstjórin heitir nú á býráðið um á komandi býráðsfundi at gera kanningar um innihald og fígging av eini stórhøll.

Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um at gera fótbóltshøll niðan móti Villingardali. Ætlanin var tó fyribils slept, m.a. tí at fleiri líknandi verkætlanir vóru í umbúna kring landið.

Borgarstjórin ynskir, at býráðið tekur støðu til at gera eina størri høll við fleiri brúksmøguleikum heldur enn bert vanliga fótbóltshøll, og at henda verður bygd á sama stað, sum ætlanin var at byggja fótbóltshøllina.

Lýsing av málinum

Høvuðsstaðurin og landið alt manglar stórhøll – eina innandura multiarena – til alskyns tiltøk við nógvum áskoðaraplássum. Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda at útvega Føroyum eina slíka stórhøll.

Stórhøllin skal hava fótbóltsvøll bæði til kappingardystir, landsdystir og venjing. Stórhøllin skal harumframt kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar.

Eisini skal stórhøllin vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events. Hetta er serliga innan vinnulív so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m.

Uppskotið er sostatt ein fjølbroytt og fleksibul stórhøll, sum kann vera við til at menna vinnulívið, mentanarlívið og altjóða samstarv. Stórhøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum.

Stórhøllin skal vera fyri allar føroyingar. Tí eigur býráðið at kanna ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands.

Tilmæli

Borgarstjórin mælir býráðnum til at samtykkja, at málið verður beint í mentamálanevndina at viðgera innihaldsliga partin, og í fíggjarnevndina at útvega fígging, herundir eisini at kanna møguleika fyri fígging úr almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands.

Málið kemur fyri á býráðsfundi nú mikudagin 2. Mai.