Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri, í setanarrøðu Eldradagin 2012: Respektleyst at tosa um eldrabyrðu

- Tað tykist tíverri ofta sum yngru ættarliðini hava gloymt tørvin á tí lívsvísdómi og teimum royndum, sum okkara eldru sita inni við. Okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir ella boygdar kroppar, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti eldradagin í Tórsgøtu í morgun.

Í røðuni segði Heðin Mortensen, at ST hevur samtykt at halda ein altjóða eldradag hvønn 1. oktober. Tórshavnar kommuna hevur samtykt tað sama, og við tiltakinum verða Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av tí altjóða eldradegnum.

- ST setir í ár fokus á ”tað langa lívið”. Vit liva longri enn fyrr. Tað setir størri krøv til okkum sjálvi um at liva betur, at fara betur við okkum sjálvum, so vit ikki bara fáa eitt longri lív, men eisini liva væl.

- Miðalaldurin hækkar støðugt, og merkir hetta, at vit vera fleiri eldri. Summi nevna hetta eina eldrabyrðu, men sum eg ofta havi víst á, so er tað avbera respektleyst at siga, og hetta er eisini langt úti.

- Tíbetur er okkara samfelag samansett av øllum aldursbólkum. Áður vóru ættarliðini knýtt saman nátúrliga gjøgnum arbeiðið í gerandisdegnum. Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín nátúrliga leiklut í húsarhaldinum.

- Í dag er ikki vanligt, at fleiri ættarlið búgva í sama húsi. Tað tykist tíverri ofta sum yngru ættarliðini hava gloymt tørvin á tí lívsvísdómi og teimum royndum, sum okkara eldru sita inni við. Okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir ella boygdar kroppar, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur.

- Tá ið vit møta eldri fólki, sum eru virkin, hava vit lyndi at gloyma, at tað eisini eru eldri, sum eru óhjálpin. Tí er tað gott, at vit hava virkin eldrafeløg og her í kommununi eisini eitt eldraráð, ið kunnu geva okkum politikkarum ráð og vegleiðing um loysnir til okkara eldru.

- Øll vita vit, at heilsugóður matur og rørsla hava stóran týdning fyri okkum bæði kropsliga og trivnaðarliga – tað veri seg ung sum eldri. Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkum, sum varða av landsins størstu kommunu.

- Vit hava eitt nú roynt at skapa karmar í vakrastu umhvørvunum í kommununi til sonevnt ”útifimi”, men týdningarmiklasta er, at vit standa saman og nýta hesi tilboð og fylla út karmarnar.

- Ein trivnaðarkanning vísir, at nøgdsemið er størst millum tey eldru her í høvuðsstaðnum. Bara seks av hvørjum hundrað fólkapensjónistum vóru illa nøgdir. Samstundis vísti kanningin, at her í høvuðsstaðnum er nøgdsemið størst í mun til aðrastaðni í landinum. Vónandi eru hetta tøl, ið vísa, at vit í Tórshavnar kommunu eru á rættari leið og støðugt fáa undirbygt visjónina um okkara kommunu sum eitt trivnaðarsterkt øki fyri okkara eldru.

- Mín stóra vón er, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri. Vit eiga alla tíðina at hava fyri eygað, at trivnaður skal standa í hásæti, tí uttan hann kann alt hitt líkasum gera tað sama.

At enda fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan eldradag í vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald, og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag.

- Sum eg nevndi í áðni, so hevur ST á ársins altjóða eldradegi sett fokus á tað langa lívið. Eg havi hug at leggja aftrat – tað langa og góða lívið. Tí lívið er ein gáva og tess størri er gávan, tá vit á ellisárum eisini eru frísk og ferm longri enn áður.

- Vit kunnu tí eisini gleðast um, at vit í grundini liva í einum góðum samfelag. So góðu tit – góðan eldradag øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.