Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn: Onki byggiloyvi uttan at innkomuvegurin er við í prosjektinum

- Tað nyttar onki, at ein Skálafjarðartunnil styttir farleiðina nakrar minuttir – um somu minuttir skulu brúkast til at standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum slær púra fast, at Tórshavnar kommuna ikki gevur byggi- ella íbindingarloyvi til undirsjóvartunnilin, uttan so at innkomuvegurin til Havnar onkursvegna er við í prosjektinum.

- Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum inn í høvuðsstaðin mugu og skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir. Heðin Mortensen vísir á, at fleiri býráðssamtyktir fyriliggja, sum áleggja honum at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Kostnaðurin fyri innkomuvegin er smáting í mun til kostnaðin av samlaðu ætlanini, og átti tí at verðið tikin við í prosjektið, sigur borgarstjórin.

Borgarstjórin sleppur ikki undan, at eitt samt býráð hevur álagt honum í minst tveimum ymsum býráðssamtyktum at skipa soleiðis fyri, at tað slepst undan ferðsluruðulleika við innkomuvegirnar til høvuðsstaðarøkið. Landsstýrið og skiftandi landsstýrisfólk hava fleiri ferðir sagt seg samd við kommununa um, at innkomuvegirnir mugu gerast, men vilji er bara ikki frá landsins síðu at seta pening av til endamálið.

- Í allari almennu viðgerðini av tunnlinum er ikki eitt orð er nevnt um at halda kommununar við endarnar av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er ein mansaldur gomul.

- Í veruleikanum standa vit har í dag, at allir partar eru samdir um trupulleikan, men landsins myndugleikar hava ikki víst politiskan vilja til at seta pening av til endamálið. Hetta kunnu vit sum býarmyndugleiki sambært okkara egnu samtyktum ikki lata um okkum ganga, og tí skulu hesi viðurskifti heilt einfalt vera komin uppá pláss, áðrenn ferðslan kemur upp í Tórshavnar kommunu úr undirsjóvartunnlinum. Tað verða hvørki landsmyndugleikar ella privat feløg, sum broyta hesa støðutakan.

- Tórshavnar kommuna er ein ógvuliga stórur partur í hesum prosjekti. Prosjektið er øgiliga stórt og í samlaða lutfallinum er kostnaðurin fyri innføringina til høvuðsstaðin smáting. Tí hevði besta loysnin verið, um innføringin varð partur av prosjektinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum krevur, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, og landsstýrið sjálvt, fer at viðvirka til eina tílíka skilagóða loysn.

Heðin Mortensen sigur at enda, at Tórshavnar kommuna ikki gevur byggiloyvi ella íbindingarloyvi til undirsjóvartunnilin, uttan so at innkomuvegurin til Havnar er við í prosjektinum, uttan mun til, um tað er landskassin ella ein privatur íleggjari, sum fíggjar innkomuvegin.