Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Í ár raðfestir býráðið trivnaðarvirðini

- Tað er ikki smávegis av arbeiði, sum fer í gongd nú í apríl mánaði. Samlaðu íløgurnar eru um 185 miljónir og talan er í høvuðsheitinum um bleytar pakkar innan ansing, ungdómsvirksemi, skúlar, ítrótt og musikkskúla, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at býráðið í gjárkvøldið samtykti íløguætlanina.

- Vit fara at gera nýggjan dagsstovn í Kollafirði, byggja høll í Gundadali, judo- og borðtennishøll, avtaka hallarleiguna og gera vøll í Hoyvík og ítróttarøki á Argjum, samstundis sum vit fara undir brúnna um Sandá, Tórsvøll, gera Eysturskúlan lidnan, byggja Musikkskúlan og fara eitt nú undir miðbýin við stóru arkitektakappingini.

- Talan er um stórarbeiði og ómetaliga stórar, strategiskar og týdningarmiklar, arbeiðsskapandi íløgur fyri býin. Tí er alneyðugt, at vit í fyrsta lagi eru samd um fíggjarætlanina og øll standa aftanfyri íløguætlanina, sigur Heðin Mortensen, sum var sera ónøgdur við, at tað eina umboðið fyri Tjóðveldi - Marin Katrina Frýdal - ikki atkvøddi fyri íløguætlanini.

Álitsbrot til viðgerðar

Býráðið ger uppskot til fíggjar- og íløguætlan. Demokratiska prosessin virkar soleiðis, at er ein ónøgdur við nakað, so setir ein fram broytingaruppsskot. Hesi standa síðan sína roynd í nevndum og býráðnum, og so mugu vit liva við, at tey antin verða samtykt, ella tey fella. Soleiðis koma vit fram til semjur.

- Óskikkurin við, at býráðslimir ikki atkvøða fyri so stórum málum, tá málini koma til endaliga viðgerð, má halda uppat. Ikki at taka undir við einum so týðandi máli sum eini íløguætlan merkir, at so tekur ein ikki undir við teimum ætlanum, sum verða lagdar fyri árið. Eitt samgongusamstarv má byggja á nakrar demokratiskar spælireglur, har ósemjur verða royndar og semjur gjørdar.

- Ein limur einsamallur kann ikki vænta at fáa alt sítt við, men má góðtaka, at skula boyggja seg fyri heildini. Eg kann siga tað so greitt sum, at antin er ein við í eini samgongu og fylgir spælireglunum, ella fer ein úr samgonguni. Tí verður hetta tikið til álvarsliga viðgerð nú beinanvegin, sigur Heðin Mortensen. - Henda gongdin sleppur ikki at halda fram. Um ein til eina endaliga atkvøðugreiðslu setir seg sjálvan uttanfyri, og enntá fer alment út í fjølmiðlarnar at heita á býráðslimir um at taka borgarstjóran av ræði, so fylgir ein ikki okkara mannagongdum. Og tað skal ikki halda fram uttan fylgjur, sigur borgarstjórin.

Ósemjan

Ósemjan snýr seg um eina umraðfesting av eini íløgu í dagføring av Sundsvegnum, har málið verður tvinnað saman við fyrireikingunum av fjarhitanum oman til hallirnar í Gundadali.

- Málið varð eisini viðgjørt við fyrstu viðgerð og staðfest er, at vit kunnu ikki í verandi støðu stongja Sundsvegin, sum enn er ein av størstu innkomuvegum til Havnina. Málið um stóra innkoyringarvegin er framvegis ikki endaliga loyst, og Sundsvegurin er ein partur av tí loysnini.

- Vit vita eisini, at tað ber væl til at leggja fjarhita oman í Gundadal, uttan at hann endiliga skal leggjast í Sundsvegin. Hetta kanna vit nú og sjálvandi skal hetta málið loysast sum skjótast, og avgjørt ongin avgerð er tikin um at steðga ætlanini, sigur Heðin Mortensen.

Viðgerðin í gjárkvøldið endaði við at Marin Katrina Frýdal fekk eina serstaka viðmerking í gerðabókina um, at hon mælir til at útvega eitt fakligt tilmæli frá teknisku umsiting, Fjarhitafelagnum og SEV um at dagføra Sundsvegin og at fáa fjarhitan oman í Gundadal. Elin Lindenskov fekk samstundis eina serstaka viðmerking um, at hon metti, at umraðfestingin viðvíkjandi Sundsvegnum heldur átti at verðið nýtt til íløgur á tekniska økinum.

Elin Lindenskov atkvøddi tó fyri íløguætlanini, tað heldur Heðin Mortensen er positivt og vísir vilja til samstarv. Men tað gjørdi Marin Katrina Frýdal ikki, og hon valdi harvið at seta seg uttanfyri samstarvið í býráðnum um íløgur í 2014. Annars atkvøddu allir hinir býráðslimirnir fyri íløguætlanini.