Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Gleðiligt nýggjár og góða býráðssetu

Komandi fýra árini kunnu gerast tey mest spennandi í býráðsins søgu. Hetta verður setan, tá tað gerst lættari og einfaldari hjá øllum at njóta tær tænastur, høvuðsstaðurin fer at bjóða. Aldri áður hava so nógvar og spennandi uppgávur ligið fyri framman. Í høvuðsheitinum er breið semja um, hvat hevur størstan týdning at fremja, so vit fara í góðum treysti undir bæði eitt nýtt ár og eina nýggja setu.

Fyri fyrstu ferð í yvir 100 ára søgu býráðsins uppliva vit í hesi setuni, at allir fýra flokkar, sum eru umboðaðir í býráðnum, eru samdir um at samstarva breitt heldur enn at skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta. Orsøkin er millum annað góða samstarvið, sum hevur verið millum allar flokkar í Tórshavnar býráð hesi seinastu árini.

Vit skulu saman megna at venda skeivu gongdini í sambandi við fólkafráflytingina, sum í dag hóttir land okkara. Vit skulu taka ímóti stórum vælferðarøkjum sum eldraøkinum, og samstundis megna at byggja kommununa út og betra um tænastustøðið í kommununi annars. Og vit skulu fyrireika okkum til stór, spennandi tiltøk, sum eru fyri framman, m.a. oyggjaleikir. Tí er neyðugt at taka stór, felags tøk.

Broyttur bygnaður

Vit hava broytt politiska bygnaðin, soleiðis at 5 fastar nevndir verða í staðin fyri tær 7, sum eru í dag. Endamálið er at geva bæði borgarum og vinnulívi í kommununi betri og skjótari tænastu. Endamálið er eisini at nýta fyrisitingarliga tilfeingið í kommununi effektivari, eitt nú við at fáa í lag eina fastari málstýring og samskipa arbeiðið í politisku nevndunum, millum nevndirnar og millum nevndir og býráð.

Avgerðin um at skipa vinnunevndina sum eina av fimm føstum nevndum merkir, at býráðið hesa setuna ynskir at stimbra hugin at menna verandi vinnur og hugin at skapa nýggjar vinnur í kommununi. Býráðið fer at víðka karmarnar fyri vinnunýskipan og betra korini hjá vinnulívinum sum heild.

Økismenning og effektivisering

Bygdir og øki verða styrkt á ymiskan hátt. Avgerð er tikin um at skipa serstaka økisnevnd at viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar á øllum økjum. Ein skrivstova skal skipast at umsita øll mál bygdunum viðvíkjandi. Øllum borgarum skal tryggjast rættvísa og virðiliga viðferð. Ein borgaraportalur verður settur í verk og flest møguligar tænastur digitaliseraðar, soleiðis at borgarar allan sjónarringin kunnu avgreiða síni viðurskifti í kommununi. Dagstovnaøkið verður umskipað, soleiðis at økið kann rekast effektivari og innihaldið gerast betri. Betri samanhangur skal fáast millum dagstovn og skúla.

Hildið verður fram at menna og effektivisera skúlaøkið. Vit samskipa forskúla, skúla og frítíðarskúla, so næmingar og foreldur uppliva eina samanhangandi eind. Arbeitt verður eisini fram ímóti at fáa allar skúlar á hóskandi støði innan KT.

Búseting, umhvørvið og orka

Kommunan fer at gera útstykkingar til bæði bústaðir og vinnu, samstundis sum kommunan stimbrar privatum at gera tað sama. Útstykkingar verða gjørdar í Hoyvíkshaganum, vesturbýnum og á Argjum, og karmar verða skaptir fyri lutaíbúðum, eigara- og leiguíbúðum. Vit fara at byggja lestrar- og ungdómsíbúðir í miðbýnum og fara at seta Berjabrekku 3 í verk. Allar mannagongdir verða gjøgnumgingnar og endurhugsaðar við tí fyri eyga, at fáa allar forðingar burtur og gera tað lokkandi at flyta til kommununa.

Dentur verður framhaldandi lagdur á umhvørvismál og møguleikarnar at nýta vøkru náttúruna í kommununi við millum annað at gera gøtur og at planta. Arbeiðið við at dagføra kloakkir og reinsa áir og vágir heldur fram. Ein orkupolitikkur verður orðaður og samtyktur. Kommunuplanur verður gjørdur eins og byggisamtyktir dagførdar. Ein miðbýarætlan verður gjørd og gjøgnumførd, so miðbýurin kann gerast ein nógv meira livandi býarpartur, har fólk búgva og virka.

Vit fara at gera íløgur í orkusparandi tiltøk, eins og t.d. gjørt er við gøtuljósunum. Vit fara at útvega sjóvarhita til bygningar tætt við sjógvin, t.d. Múllers Pakkhús o.o. Vit fara at útbyggja fjarhitanetið oman í Gundadal og skapa karmar fyri útbygging av vindorku, og vit fara at minka um skaðiliga útlátið í kommununi.

Vegir, samferðsla og ferðavinna

Vit fara at gera ferðslutrygdarætlanina lidna og gera ferðslutryggar vegir við allar skúlar. Vegur og brúgv um Sandá verða gjørd nú og vegur verður gjørdur út á Glyvursnes. Heildarætlan verður gjørd fyri at dagføra vegir og brýr. Bussleiðin verður lagað til nýggjan tørv, nýggj vendipláss og endarstøðir verða gjørdar.

Í miðbýnum skal Steinatún umskipast, mentanarpallur verður gjørdur í Vágsbotni og við Mylnugøtu, eins og gamli kommunuskúlagarðurin verður umskipaður til býartorg. Nýggj parkeringsskipan verður sett í verk og betri umstøður at parkera.

Vit eru farin í holt við at menna samstarvið við Kunningarstovuna og handilslívið í býnum, bæði við atliti at borgarum og vitjandi. Vit menna gomlu Havnina sum ferðavinnumál, útbyggja turistgøtur, dagføra kampingmøguleikar, gera heildarætlan fyri skelting og skipa náttúruupplivingar í bygdum og útoyggjum kommununar.

Eldraøkið, ítróttur og mentan

Alternativ tilboð á eldraøkinum verða ment, og fyribyrgjandi arbeiðið verður styrkt.

Á mentanarøkinum skulu vit fremja hóp av spennandi átøkum. Vit skulu skjótast orða og samtykkja politisku málini fyri mentanarpolitikkin. Hesin skal m.a. umfata barna- og ungdómspolitikk. Vit skulu gera eina ætlan fyri býar- og listasavnið, gera Múllers Pakkhús liðugt sum mentanarhús og savn, skipa Perluna og Reinsaríið sum borgarahús og rútmiskt spælistað, byggja Musikkskúlan, betra og víðka um umstøðurnar hjá ítróttini, skótunum og øðrum frítíðarfelagsskapum.

Eitt stórarbeiði verður at menna ítróttarannleggini til komandi Oyggjaleikirnar. Vit eru farin undir golfvøllin og onnur ítróttalig og rekreativ øki á Glyvursnesi. Tórsvøllur verður gjørdur liðugur sum landsstadion. 50 m svimjihylurin verður gjørdur. Tørvur er á tveimum ítróttarhallum aftrat og Høllin á Hálsi verður nú liðugt dagførd, umframt at fleiri aðrar ítróttargreinir fáa betraðar umstøður.

--

Tað skal gerast munandi lættari og bíligari at njóta trivnaðin og allar tær tænastur, høvuðsstaðurin hevur at bjóða.

Í hesum treysti fara vit undir eitt nýtt ár og eina nýggja setu.

Gott nýggjár, øll somul!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri