Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Fjølbroytt ólavsøka úrslit av góðum samstarvi

Vit í Tórshavn eru fegin um, at vit kunnu taka ta ábyrgd tað er, at fyriskipa og halda tjóðarhátíð føroyinga. Tað hevur verið at hoyrt, at kommunan hevur yvirtikið ólavsøkuna. Men tvørturímóti er ólavsøkan í ár eitt fyrimyndarligt úrslit av góðum samstarvi, serliga við Tórshavnar Ítróttarráð, men eisini við ein hóp av privatum og øðrum myndugleikum.

Tí er tað mær ein sonn gleði enn einaferð sum borgarstjóri at bjóða øllum vælkomnum á ólavsøku, nú høvuðsstaðurin er klárur at taka ímóti gestum úr øllum heraðshornum.

Til ber nú hjá øllum at fáa eina ólavsøkuskrá. Hon gerst fjølbroyttari á hvørjum ári. Her er okkurt til øll, so allir føroyingar og ólavsøkugestir annars kunnu fáa sum mest burturúr. Í henni sæst eisini, at tað er lítið, kommunan sjálv fyriskipar. Heldur skapa vit karmarnar til feløg og einstaklingar at fylla.

Her er allur býurin við í ólavsøkuni. Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura. Hesaferð er meira enn nakrantíð gjørt burtur úr at samskipa øll tiltøk so væl sum tilber.

Á Skálatrøð er gjørt serliga nógv burtur úr tiltøkum fyri børn og familjur. Kommunan hevur gjørt eitt stórt arbeiði við sjálvari skránni, og serlig atlit eru saman við avvarðandi myndugleikum tikin í sambandi við trygdina undir hátíðini.

Alt tað, ið áður hevur eyðkent ólavsøkuna, er framvegis við, men tey fólk og feløg, ið varða av ólavsøkuni og skránni, hava gjørt sítt besta fyri at endurnýggja tiltøkini, so tað aftur í ár ber til at uppliva okkurt nýtt og forkunnugt, ið ikki hevur verið hini árini.

Ólavsøkan er okkara størsta fólkaveitsla, og tí eigur pláss at vera fyri okkum øllum. Her savnast høgur og lágur. Vit hittast og vit heilsast og geva vit okkum stundir til eitt hugnaligt prát. Soleiðis er ólavsøkan og soleiðis eigur hon at vera.

Men at vera vertur fyri okkara tjóðarhátíð setir nøkur krøv um samskipan, logistikk, trygd og túsund onnur atlit, tí vil eg enn einaferð takka teimum mongu, sum enn einaferð hava fylt allar karmar og enn einaferð gjørt tilboðini innihaldsríkari og øðrvísi enn áður. Serliga hugsi um einastandandi góða samstarvið við Tórshavnar Ítróttarráð, sum er høvuðsfyrireikari av ólavsøkuni.

Takk fyri øll somul og góða ólavsøku!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri