Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Einastandandi góður borgarafundur í Nólsoy

- Borgarafundirnir í útjaðaranum hjá kommununi er eitt einastandandi uppfinnilsi, tí hetta er veruligt demokrati í praksis. Fundurin í Royndarhøllini í Nólsoy í gjárkvøldið var onki undantak – vølnøgd og góð fólk, sum høvdu nakað uppá hjartað og vildu nakað, sigur Heðin Mortensen.

- Her var nógv áhugavert á skránni, t.d. byggisamtykt, vetrarfriðing, ferðsluskipan, rottuverja og um sigling við skjóttgangandi bátum undir fuglabjørgunum. Hesum partinum stóð Súni Christiansen fyri, sum eisini kunnaði um umhvørvislóggávuna og okkara skyldur í tí sambandi.

- Komið varð eisini inn á fótbóltsvøllin, har dúkurin verður skiftur, so skjótt veður verður, vælverustað og spælipláss skal gerast, skeltast skal í sambandi við ferðavinnuna, sandurin skal gerast attraktivur og tryggur fyri børnini og so framvegis.

- Ovastevna verður eisini í ár, og nógv er, sum skal fáast uppá pláss. Tosað varð nógv um bátapláss. Bátabrúgvar eru lagdar út, streymur og ljós er lagt. Nýtt bíðirúm er gjørt til ferðafólk, gamli molin verður brúktur til ferðavinnubátar – og riggað verður soleiðis til nú, at Norðlýsið kann leggja til hinumegin molan.

- Umhugsað verður eisini at sløkkiliðið skiftir til ein meira hóskandi bil komandi ár, sama slag sum tann á Velbastað, sigur borgarstjórin, sum í hesum føri bara treiv í bunkan av málum, ið vórðu viðgjørd.

- Eg eri sera vælnøgdur við borgarafundin. Nógv fólk møttu og fundir sum hesir eru altíð jaligir, tí málini verða greitt sett upp, spurningarnir eru konkretir uttan uttanumtos, og okkara umsiting fær høvið til beinanvegin at seta ymiskt í gongd, so fólk fáa nøktandi svar og ting verða avgreidd so skjótt sum møguligt, sigur Heðin Mortensen, borgarsjtóri, at enda.