Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Á vitjan hjá David McAllister í Niedersachsen

Tá borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vitjaði í Hannover í sambandi við landsdystin millum Týskland og Føroyar, varð hann boðin til døgverða hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Bad Bederkesa, sum nú er forsætisráðharri í Niedersachsen.

David McAllister er ungur maður, føddur 12. januar í 1971, kendur sum politikari, valdur av CDU, og sum forsætisráðharri í Niedersachsen. Hann kom í starvið eftir Christian Wulff, sum fór frá, tá hann gjørdist forseti Týskalands.

McAllister er útbúgvin løgfrøðingur og hevur verið tingbólkaleiðari í Landsdegnum frá 2003 til 2010. Hann er eisini kendur sum stjórnarlimur í Volkswagen!

David McAllister varð føddur í Vesturberlin. Pápin var skoti og mamman týsk. Pápin, James Buchanan McAllister, var ættaður úr Glasgow, var bretskur tænastumaður í Vesturberlin frá 1969, har hann møtti Mechthild, ið var tónleikalærari.

David vaks upp við at læra bæði málini og gekk á enska barnaskúlanum í Berlin. Familjan flutti til Bad Bederkesa í Niedersachsen í 1982. Eftir at hava gjørt herskyldu tók hann løgfrøðiligt embætisprógv á Konrad Adenauer Foundation á Universitetinum í Hannover. Í 1994 varð hann valdur lokalur formaður í CDU.

David er bæði týskur og bretskur statsborgari. Hóast hansara uppvøkstur var ”sera bretskur”, sum hann sigur, so kennir hann seg ”nærum” fult og heilt sum týskara.

David var eisini borgarstjóri í Bad Bederkesa í 2001 og 2002. Angela Merkel beyð honum at gerast generalsekreterur fyri CDU, men hann takkaði nei, tí hann ynskti ikki at klúgva ov skjótt upp eftir politiska stiganum. Men tá Christian Wulff gjørdist forseti, tók hann kortini við sum forsætisráðharri í Niedersachsen.

Konan eitur Dunja Kolleck, hon er eisini løgfrøðingur. Tey eiga tvær døtrar, Jamie Elizabeth og Mia Louise. Tey búgva øll í Bad Bederkesa í Cuxhaven-umráðnum. David fríggjaði til Dunju á ferð við Loch Ness og varð giftur í kilti. Og so er hann íðin Rangers FC-fjeppari, men heima heldur hann sjálvandi við Hannover 96!

David var sera fegin um at hitta føroyingar. Hann kennir væl til Føroyar og fylgir væl við – ikki bara í fótbólti, men lesir tíðindi generelt, og fylgir eisini við ígjøgnum síni skotsku sambond.