Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: 63 miljónir í barnakekkum?

- Eru býráðsvalevni greið um, at ein barnakekkur uppá 11.500 krónur til øll børn í Havn kostar væl meira enn TVEY skattaprosent?

Lítil ivi man fyri fjøldini vera, at kommunuvalið nærkast. Serliga nú ein yvirbjóðing er farin í gongd, ið snýr seg um barnafrádrátt, barnakekkar og skattalætta til barnafamiljur. Boðið verður heilt frá 5.500 upp í 11.500 kr pr barn.

Eg fari at heita á øll hesi um at vísa hóvsemi, vit og skil, serliga nú vit í kommununi skulu semjast um eina fíggjarætlan, sum verður løgd fram tann 27. september.

Tað er heilt einfalt soleiðis, at vit í kommununi stórt sæð bara hava tvey amboð, ið kunnu gera stórvegis skattligan mun - tað er skattaprosentið sjálvt og so barnafrádrátturin.

Vit hava lækkað foreldragjaldið til ansingarstovnar. Vit hava hækkað systkinafrádráttin. Og vit hava frammanundan ein av hægstu barnafrádráttum í landinum og liggja hægst millum stóru kommunurnar.

 Vit hava lovað at lækka skattaprosentið aftur, tá Boðanesheimið er liðugt. Um tað verður gjørt við at lækka sjálvt skattaprosentið, ella tað verður gjørt við at veita frádráttir ella tilskot, sum svara til tað eina prosentið, verður greitt í sambandi við framløguna av fíggjarætlanini.

Útsøgninar um, at vit skulu hækka skattafría botnfrádráttin, er tann reina tokutala, tí kommunan kann einki gera við hann. Skattafríi botnfrádrátturin er ásettur í løgtingslóg, sum bara løgtingið kann broyta.

Eitt skattaprosent kostar kommunukassanum um 30 miljónir. Barnafrádrátturin kostar í løtuni 30 miljónir, og skal hann heilt upp á 11.500 kr pr barn, so kemur hann árliga at kosta 63 miljónir. So her er talan um øgiligar upphæddir, sum onkursvegna skulu gjaldast.

Ístaðinfyri at yvirbjóða við gyltum lyftum mæli eg øllum býráðslimum til at samstarva um at fáa eina skilagóða fíggjarætlan. Borgarstjórin leggur sum sagt ætlanina fram 27 september. Lat okkum tá standa saman um nakrar skilagóðar loysnir.

Ongin ivi er um, at flatskatturin ikki gagnaði teimum lægstløntu, harímillum hóp av barnafamiljum í høvuðsstaðnum. Okkum tørvar fleiri børn og størri tilflyting og minni fráflyting. So her er ríkiligt av uppgávum at arbeiða við.

Men okkum tørvar størri visjónir enn gylt lyfti um kekkar, sum dekningur ikki er fyri, uttan í øktum kommunuskatti.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri