Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin í hernað

- Tað eru trý ár síðan vit fingu grind í Havnini, so lat ongan iva vera um, at stendur tað til okkum og grind kemur í fjørðin nú, so verður hon hildin til í Sandágerði, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum miðvíst er farin at flyta óviðkomandi bátar hjá Sea Shepherd út um býin.

 Sambært grein 11 í grindareglugerðini hevur sýslumaðurin stórar heimildir. T.d. kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera í einum grindarakstrarøki, hann kann reka bátar, skip og fólk úr økinum. Hann kann eisini geva ávísum fólkum og bólkum boð um, at tey ikki hava heimild at fara inn á økið, eins og sama grein staðfestir, at tað er lógrabrot at forða fyri rakstri og/ella drápi.

- Eisini er tað soleiðis, at um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, so kunnu brot á grindareglugerðina geva stóra bót - og er brotið framt við vilja ella tilætlað, so fongsul í upp til 4 mánaðir sambært revsirammuni í djóraverndarlógini.

- Onnur lond hava neyvar reglur um innferðarloyvi. Flestu lond hava í samband við passeftirlit neyvt eftirlit við, hvørji ørindini hjá vitjandi eru. Hava tey óreiðiligar ætlanir, ella tað danir kalla "onde hensigter", so verða tey vend í passeftirlitinum og send aftur haðan tey komu. Hetta gera vit ikki, og her er so galið, at hóast tílík fólk alment kunngera sínar ólógligu ætlanir og bróta føroyska lóggávu - so sum at leggja seg út í grindarakstur - so hendir onki.

- Hóast vit hava púra greiðar reglur í bæði grindareglugerðini og djóraverndarlógini, so ørkymlar tað sera nógv, tá vit fáa at vita, at brot á hesar lógir ikki kunnu viðgerast í okkara rættarskipan. Tað er ruddiliga staðfest, at sýslumaðurin hevur víðar heimildir at steðga lógarbrotum, sum t.d. tá tílíkir felagsskapir fara at reka grind til havs.

- Tey flestu vaksnu minnast, hvussu avgjørd løgreglan var fyri skjótt 30 árum síðan, tá ófriðarkropparnir vórðu handtiknir og sendir av landinum. Nú eru lógirnar strangari, men onki hendir.

- Tað kann ikki vera soleiðis, at vit føroyingar lata ein kriminellan útlendskan felagsskap sum hendan seta dagsskránna í Føroyum. Men tað gera vit tíverri. Og tí kann eg endurtaka, at verður grind, so gera vit klárt at halda henni til í Sandágerði. So má løgreglan taka ábyrgd av, hvat annars hendir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Borgarstjórin hevur samstundis givið boð um, at bátarnir hjá Sea Shepherd skulu burtur frá ásýniligum støðum í havnini, eins og stóra tríkiljan "Birgitte Bardot" hevur fingið at vita, at hon als ikki sleppur at í Havnini, men skal inn á Sund at liggja.

Myndin sýnir Birgitte Bardot so nakkalanga á veg niðan Nólsoyarfjørð, eftir at hon hevði fingið forboð fyri at leggja at í havnini í Havn.