Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin hvílir ikki í tí, hann hevur rokkið

- Hann er íðin, snúðin og leggur nógv fyri. Hann umboðar kommununa av heilum hjarta og hevur serstøk evni at lofta sær í politiskum leikum og roki.

Ta heilsanina bar Jógvan Arge, varaborgarstjóri, fram á almennu móttøkuni fyri Heðini Mortensen, sum hevur sitið í Tórshavnar býráð í 40 ár.

Jógvan Arge vísti á, at ein maður, sum hevur sitið í býráðnum í fýra áratíggju, hevur innaní frá upplivað meir um menning býarins enn nakar annar.

- Hann hevur havt ein fingur við í spælinum allan vegin – bæði fyri og ímóti nýggjum átøkum – sum luturin hjá einum politikara jú er, segði Jógvan Arge.

Hjálpsamur

Heðin Mortensen varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1972, 26 ára gamal. Í 16 ár umboðaði hann borgaralistan hjá byggimeistaranum Peturi í Gong, sum ongantíð hesi árini var partur av meirilutanum í býráðnum. Næstu 16 árini, frá 1988 til 2004, varð hann valdur á sambandslistanum, áðrenn hann fór upp í Javnaðarflokkin og setti seg í borgarstjórasessin. Har situr hann tryggur á sínum triðja skeiði.

- Heðin hevur eisini livað upp til skótalyftið um altíð at hjálpa øðrum og orðini hjá Peturi í Gong í sama duri. Hann hjálpir av einum góðum hjarta á politisku útreiðslusíðuni, og roknar afturfyri við atkvøðum á inntøkusíðuni. Tí verður tað seinur dagur, áðrenn nakar fær so dygga persónliga undirtøku frá borgarunum, sum býarins núverandir faðir – ella kongur – fekk á býráðsvalinum herfyri, segði Jógvan Arge.

Tá Heðin stóð í mál

Tað at tosa við og lurta eftir borgaranum, lítlum sum stórum, høgum sum lágum, er neyðugt hjá einum borgarstjóra, um hann skal skilja avbjóðingarnar, tørvin og ynskini hjá borgaranum. Her hava tey, sum fáast við politikk, nógv at læra av Heðini Mortensen.

Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í sínari røðu. Hann greiddi frá eini hending, sum hevur meitlað seg fast í sinnið.

- Heðin er altíð til tiltøk. Onkur heldur kanska, at hetta er ov nógv av tí góða, men langt frá øll. Eg minnist, tá vit fingu ein sparkivøll uppi í Maritugøtu fyri nøkrum árum síðani. Heðin møtti sjálvur upp, tá vøllurin varð innvígdur. Hann møtti ikki bara upp, hann stóð í mál, tá børnini spældu. Tey hildu tað vera stuttligt, og eg veit, at hetta var ein minnilig løta hjá teimum – at sleppa at skjóta mál hjá sjálvum borgarstjóranum, greiddi Aksel V. Johannesen frá.

Altíð eitt fet frammanfyri

Ingibjørg Berg, kommunustjóri, mintist í sínari røðu, tá undanfarni kommunustjórin Jens Marius Poulsen segði við seg, at í hesum starvinum snýr tað seg fremst av øllum um at vera nøkur stig framman fyri borgarstjóran í øllum málum. Men, hevði hann lagt afturat, tað er trupult við Heðini Mortensen.

- Tí tað er sera trupult at vera framman fyri Heðin. Hann er óvanliga arbeiðssamur og skjótur, og so dvølir hann sjáldan í framgongdini ella úrslitunum, hann er altíð á veg víðari eftir nýggjum málum.

- Heðin Mortensen er ein persónur, sum dámar valdið, men tað er tí, at honum dámar at gera mun. Hann hvílir ikki í teimum úrslitum, hann røkkur – men er drivin av einum áhaldandi hugi til at gera tingini betri og gera meira. Altíð okkurt afturat, segði Ingibjørg Berg, kommunustjóri.

Aksel V. Johannesen spurdi eisini í sínari heilsu til borgarstjóran, hvat ein góður politikari er.

- Tað er ein politikari, sum vil gera tað betri at búgva í Tórshavn, betri at búgva í Føroyum. Ikki bara fyri tey fáu, men fyri okkum øll. Hann fær fólkini at kenna seg trygg. Hann fær fólkini at trívast. Tað ger Heðin, og tí hava vit øllum førum ein góðan politikara í Føroyum, helt Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, fyri.