Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN HITTIR VICTORIU KRÚNPRINSESSU

Í sambandi við norðurlendsku høvuðsstaðarráðstevnuna í Stockholm í næstu viku, eru borgarstjórarnir í norðurlendsku høvuðsstøðunum bodnir at hitta Victoriu krúnprinsessu á Stockholms slotti.

Ráðstevnan hevur heitið ”Vaksandi býurin – møguleikar og avbjóðingar við urbanisering og globalisering”. Norðurlendsku høvuðsstaðirnir vaksa og kappast um at draga til sín kompetansu, fyritøkur og íløgur, samstundis sum býirnir noyðast at liva upp til vaksandi krøvini til dygdina í kommunalu tænastunum.

Ráðstevnan varar í tveir dagar og ætlanin er at skapa samarbeiði og at gera nakrar felags niðurstøður.

Eftir ráðstevnuna eru teir 8 borgarstjórarnir bodnir til eina samkomu við Victoriu krúnprinsessu á Stockholms slotti.