Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN HITTI NJÁL Í OSLO

Blíðskapurin var í hásæti, tá ið Heðin Mortensen hitti Njál Mackay Djurhuus í Oslo seinnapartin. Majorurin í Frelsunarherinum vísti borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu runt í Oslo miðbýi. Njál greiddi við sínari rúgvismiklu vitan frá ymiskum viðurskiftum í norska høvuðsstaðnum.

Njál hevur í eitt mannaminni hjálpt heimleysum og rúsevnismisnýtarum í Oslo. Saman við konuni Ernu hevur hann tænt sum leiðari í Frelsunarherinum í samfull 50 ár. Fyri teirra drúgva arbeiði at betra um korini hjá heimleysum og rúsevnismisnýtarum í Oslo hava tey fingið hvør sítt gullheiðursmerki frá Haraldi kongi V.

Tí nýtti arbeiðssami føroyingurin í Oslo eisini høvið at greiða Heðini Mortensen frá arbeiðinum at hjálpa fólki á niðastu rókum í samfelagnum. Leiðin gekk til gøtusjúkrahúsið hjá Frelsunarherinum, har Njál hevur arbeitt í nógv ár. Gøtusjúkrahúsið er eitt øðrvísi hús, har misnýtarar koma beinleiðis inn av gøtuni at fáa viðgerð soleiðis, at teir kunnu koma fyri seg aftur. Á heiminum fáa fólkini góðan mat, nógvan svøvn og miðvísa røkt, sum ikki ber til at fáa aðrastaðni. Fólkini kunnu halda til í heiminum í mánaðir, er tørvur á hesum fyri at sleppa burtur úr misnýtsluni.

- Eg prátaði við fleiri fólk á heiminum, sum hava verið øgiliga illa fyri. Tey greiddu frá, hvat skal til fyri at koma fyri seg aftur. Tað var spennandi at hoyra. Og tað gevur samstundis nógv góð hugskot, sum vit kunnu taka við okkum til Føroya.

Á gøtusjúkrahúsinum hitti borgarstjórin eisini Knut Haugsvær, sum ofta vitjar í Føroyum, og Solvu, sum er leiðari á heiminum.

- Tað er kærkomið at fáa góðan íblástur, tí tey hava nógvar góðar royndir og kenna til føroysk viðurskifti. Knút hevur verið nógv í Føroyum, og veit nógv um Frelsunarherin í Føroyum og tað góða arbeiðið, sum tey gera í dag.

Heðin er á vitjan í Oslo í sambandi við, at norska grundlógin hevur 200 ár á baki. Oslo kommuna og norska Stórtingið hava boðið Heðini Mortensen til stórt hátíðarhald í Noregi. Fleiri tiltøk eru á skránni bæði 14. og 15. mai undan tjóðardegnum 17. mai. Umframt serligar framsýningar og fyrilestrar skal Heðin Mortensen eisini heilsa upp á Harald kong V og Sonju drotning.

Á myndini síggjast frá vinstru: Knut, Solva, Njál og Heðin.