Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN HEIÐRAÐI SLØKKILIÐNUM

Tórshavnar Sløkkilið hevur í dag 80 ár á baki. Í hesum sambandi bar Heðin fram røðu og gav samstundis trimum starvsfólkum blómutyssi fyri rundar starvsdagar.

Tað var hátíðardámur á Brandstøðini í dag, tá Tórshavnar Sløkkilið bjóðaði øllum vælkomnum til hátíðarhaldið í sambandi við, at 80 ár eru liðin, síðani Sløkkiliðið varð sett á stovn.

Borgarstjórin segði eisini nøkur orð og handaði Bjørg Øssursdóttir, Ann W. Rubeksen og Osvaldi S Johanson blómutyssi sum tøkk fyri drúgva tænastu í kommununi. Bjørg Øssursdóttir byrjaði í kommununi í 1988. Og síðani 1. desember 2002 hevur hon arbeitt á Sløkkiliðnum. Sostatt hevur hon verið í kommununi í 25 ár. Umframt blómutyssi fekk hon heiðursbræv fyri avrikið seinastu 25 árini.

Ann W. Rubeksen byrjaði í starvi á Sløkkiliðnum 1. november 2002, og hevur hon tí starvast á støðini í 10 ár. Osvald S Johanson byrjaði í starvi 1. Januar 1991, og var hann eitt skifti burtur í áleið hálvtannað ár. Sostatt hevur hann røkt starvið á støðini í 20 ár.

Hátíðarhaldið heldur fram til kl. 16 við kaffi, te og køkum á sløkkistøðini við Oyggjarvegin.