Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin fekk spjót frá sjónleikarum

Áhugin fyri víkingum og søgum úr víkingaøldini er stórur hjá Fyrkatspillet, sum í hesum døgum eru í Føroyum í sambandi við, at tey spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum.

Fyrkatspillet er ein bólkur av áhugaleikarum, sum á hvørjum ári spæla leikir um víkingar og víkingabrøgd. Vanliga verða leikirnir eisini spældir í einum víkingahúsi, sum liggur í Hobro í Jútlandi.

Hetta er fyrstu ferð, sjálvlærdu sjónleikararnir vitja í Føroyum. Seinnapartin løgdu tveir leikarar leiðina framvið býráðssalin, har Heðin Mortensen tók ímóti teimum. Við sær høvdu tey eitt steikispjót, sum vóru vanlig at nýta í víkingaøldini. Borgarstjórin takkaði fyri gávuna og lat somuleiðis gestunum gávur.

Fyrkatspillet verður at síggja í Sjónleikarhúsinum í kvøld, og nú tey eru í Føroyum, er handritið lagað til soleiðis, at søgan eisini gongur fyri seg í Føroyum – fyri 1000 árum síðani.

Fyrkatspillet hevur 28 ár á baki. Sjónleikararnir hava verið tríggjar ferðir í Íslandi og eisini í øðrum londum. Og nú er bólkurin altso í Føroyum á fyrsta sinni.