Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin aftur formaður í KSF

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er í morgun valdur sum formaður í Kommunusamskipan Føroya.

Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur havt sín fyrsta fund í dag.

Á skranni var millum annað val av formanni og næstformanni. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, varð valdur sum formaður, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, næstformaður. Jákup Frants Larsen, Fuglafjarðar kommuna, varð afturvaldur sum formaður fyri starvsbólkin.

Á fundinum luttóku eisini Johan Christiansen, borgarstjóri, og Erik Lervig, kommunustjóri, fyri Eystur kommunu, sum síðst í 2012 søkti um limaskap í KSF. Eystur kommuna verður partur av KSF frá í dag av og limaskapur teirra verður staðfestur á aðalfundi felagsins í mars mánaði.

Nýggja stýrið í KSF sær nú soleiðis út:

Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna,

Jógvan Skorðheim, Klaksvíkar kommuna

Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna

Sonni í Horni, Fuglafjarðar kommuna

Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna

Dennis Holm, Vágs kommuna

Brandur Sandoy, Sands kommuna

Johan Christiansen, Eystur kommuna

Starvsbólkurin er nú soleiðis mannaður:

Ingibjørg Berg, Tórshavnar kommuna

Tummas Eliasen, Klaksvíkar kommuna

Dinna Jensen, Runavíkar kommuna

Jákup Frants Larsen, Fuglafjarðar kommuna

Jónleyg Bech, Tvøroyrar kommuna

Petry Joensen, Vágs kommuna

Marnar Højsted, Sands kommuna

Erik Lervig, Eystur kommuna