Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HB myndir og páskatombola á Torginum í SMS

Fríggjadagin og leygardagin verður Torgið í SMS karmur um eina forvitnisliga framsýning, við yvir 100 gomlum myndum, av HB liðum í ungdóms- og barnadeildunum. Her verður høvið at síggja nógv kend andlit, bæði úr fótbólti og úr øðrum sambondum.

Tað eru piltanir hjá HB, ið hava savnað myndirnar og skipa fyri framsýningini, samstundis sum teir eisini hava RISA-stórt tombola á Torginum. Hetta verður gjørt í samband við, at piltarnir skulu til Danmarkar, at luttaka í Danacup, í summar.

Nýtið høvið til at síggja áhugaverdu framsýningina, og stuðlið piltunum, við at spæla tombola. Vinningarnir eru m.a. yvir 500 páskaregg og mangt annað gott.

Vegna fyrireikararnir

HB piltar