Havumhvørvið kring Føroyar fær betur verju
Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum fegnast um, at loðslógin er samtykt og lýst. “Loðslógin gevur vón um, at tað vera færri óhapp við skipum millum oyggjarnar. Skipanin við loðsum kemur tí eisini at minka um vandan fyri oljudálking á sjónum.
Hetta er eitt stórt stig fram á leið at verja okkara reina og ríka havumhvørvi”, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður.
Loðslógin kemur í gildi 1. januar 2013 .