Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havstovan skal samskipa danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv

Á ríkisfundinum, ið varð hildin í Grønlandi tann 30. august, gjørdu Føroya løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrismaðurin avtalu um at seta í verk eitt samstarv innan hav- og veðurlagsgransking millum granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Hetta er eitt framhald og víðkan av verandi havgranskingarsamstarvi ímillum føroyskar og danskar granskarar, sum byrjaði í 2007. Í tí samstarvinum er m.a. granskað í havfrøði við Føroyar, upsa, nebbasild og hvussu havviðurskiftini við Føroyar hava verið í eldri tíðum. Arbeiðið var skipið sum 4 PhD og 2 Post.Doc verkætlanir. Tað er nú um at vera liðugt og hevur eydnast væl.

Samstarvið verður nú víðkað til eisini at fevna um Grønland. Partarnir fara saman at áseta tey ítøkiligu fokusøkini og samstarvið verður, sum higartil, samskipað á Havstovuni.

Danska stjørnin hevur játtað 10 mió. kr í trý ár til arbeiðið. Vit eru takksom fyri játtanina og gleða okkum til eisini at samstarva við grøndlendskar granskarar á hesum øki. Havfrøðilig viðurskifti og broytingar í teimum hava stóra ávirkan á lívið í sjónum, so nógv er at tríva í.