Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havstein Klein innstillaður

Sóknarpresturin i Fuglafirði fer í barnsburðarfarloyvi um januar / februar 2014. Kallið sum avloysari var lýst leyst at søkja, og umsóknarfreistin var úti í gjár.

Áhugin at søkja var stórur, og ikki færri enn 4 ynsktu at gera tænastu í Fuglafjarðar prestagjaldi í umleið eitt hálvt ár, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

- Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldi var Havstein Klein innstillaður til kallið. Tá ið tíðin er búgvin, skipar Dómprósturin Havstein í kallið sum sóknarprestur.

Havstein er vígdur prestur og eitt kent andlit í kirkjuligum høpi. Hann hevur drúgvar royndir í tí kirkjuliga arbeiðinum í Føroyum. Havstein var eisini eina tíð prestur í Evangelisku luthersku kirkjuni í landslutinum Mara í Tansania, har hann saman við konuni gjørdi tænastu í kirkjuliðinum.

Tað er biskupur, ið er setanarmyndugleiki í hesum føri.

JF.