Havnin skal ikki bløða fyri at hini skulu mennast
Aftursvar til Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eystur kommunu.
Jóhan Christiansen eftirlýsir einum tilmæli um, hvussu vit fíggja eina útjavningarskipan. Nú havi eg ikki biðið um nakra kommunala útjavning, men eg havi altíð sagt, at eg havi onki ímóti eini slíkari skipan, um hon er rættvís. Eitt slíkt uppskot havi eg ikki sæð enn, og tað, sum Jóhan sjálvur skjýtur upp, at býta skattainntøkurnar av almennum lønum í Havn út á allar kommunurnar, er púrasta burtur úr vón og viti. Fíggjarliga býtið millum land og kommunur má fáast uppá pláss fyrst, áðrenn vit tosa um útjavning av nøkrum slag.
Tað átti ikki at verið torført at skilt, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Havnin lyftir fleiri landsuppgávum. Ein sannroynd er haraftrat, at nærum eins nógv fólk og tað arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, koyra til Havnar til arbeiðis hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni. Summi búgva aðrastaðni, men eru lønt úr Havn – og summi búgva enntá í Havn og gjalda skatt aðrastaðni!
Hetta evindaliga kjakið um at javna almennu skattainntøkurnar út á kommunurnar hevur fyri mær onki endamál uttan at polarisera og sáa split millum høvuðsstaðin og aðrar kommunur. At seta fólk í miðstaðarøkinum upp móti teimum í útjaðaranum. Tað tykist sera bakvent at tosa um javning av skattainntøkum frá almennum lønum, meðan mann samstundis sær burtur frá tí veruleika, at triða hvør króna, vunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni.
Havnin skal ikki bløða fyri at hini skulu mennast
Tað er ein sjálvfylgja, at Eystur kommuna eins og aðrar kommunur kring landið skulu mennast. Men tað ræður um at gera tað, sum ein á staðnum dugir væl og at fáa sum mest burturúr teimum góðu førleikunum á staðnum. Hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar sum land. Hinvegin, so skal Havnin ikki bløða fyri at útjaðarin skal mennast. Prísurin fyri lokala menning eigur ikki at vera, at høvuðsstaðurin skal avmonterast. Tí veruleikin er hann, at tess meira vit spjaða tilfeingi og orku, tess veikari standa vit í kappingini við tey, sum vilja hava fatur á okkara góðu fólkum.
Tí haldi eg áhaldandi fast um, at tað besta vit kunnu gera, er at gera okkara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey, sum kunnu hugsast at búseta seg her. Høvuðsstaðurin skal tryggja, at Føroyar kunnu kappast við býirnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey komandi ættarliðini.
Búskapar- og fólkavøkstur
Tað tykist sum at politikkarar úr øllum flokkum hava sannað, at vit mugu hava ein munandi búskaparvøkstur og ein veruligan fólkavøkstur, skulu vit framhaldandi mennast sum vælferðarsamfelag. Antin vaksa vit ella minka vit. Her finst eingin millumvegur, og allar framrokningar vísa, at vit í Føroyum um 25-30 ár verða eini 15-20.000 fólk færri enn í dag, um vit lata standa til. Her hjálpir tí einki status quo. Gera vit onki, kann samfelag okkara fara fyri bakka – fyrst spakuliga og síðani skjótt.
Skulu Føroyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kappingini um vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlanum, sprotnar úr lokalum ørvitiskapi, sum fyri samfelagið kosta tað tvífalda og tvinga okkara ungu fólk av landinum at nema sær útbúgving og finna nøktandi fakligar avbjóðingar. Mín pástandur er tí, at Føroyar fáa bert fólkavøkstur, um høvuðsstaðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og tiltrekkja ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður.
Tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum, vit ynskja hetta margfeldið og vit eru púra samd um, at eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín.
Tí eru vit í holt við at skapa ein væl skipaðan høvuðsstað og ein býarplan, har fjølbroytt tilboð, spennandi arkitekturur, ein livandi býur og ein kókandi mentanarpallur er ein heilt nátúrligur partur av framtíðini. Vit gera alternativ byggiøki til privat sum vinnu. Vit royna av øllum alvi at fáa burtur allar bíðilistar í sambandi við ansing. Vit royna av øllum alvi at fáa skipað skúlaviðurskifti á øllum økjum, vit hava ávirkan á. Vit fremja umhvørvislig stórarbeiði. So her er ikki bara talan um visjónir, men um ítøkilig arbeiði.
Tit sleppa ikki at drena einasta kraftdepilin
Vit mugu øll ásanna, at Føroyar eru eitt evarska lítið land við fáum íbúgvum og avmarkaðum tilfeingi. Vit hava ikki ráð til at tosa um ”landspartar”, sjey valdømir, veikar kommunur og tær tornhøgu útreiðslurnar, sum fylgja við hesum. Kappingin stendur móti útlendskum høvuðsstaðum. Europeiskum metropolum. Teir hava so nógv spennandi og avbjóðandi at bjóða okkara ungu og framfýsnu. Longu nú hótta metropolarnir við at drena okkara land fyri bestu kreftirnar.
Einasti veruligi føroyski kraftdepilin er Havnin! Tað er ikki fyri at seta niður á aðrar býir ella onnur økir. Soleiðis er tað bara. Her er fólkagrundarlagið, her eru neyðugu stovnarnir, her eru spennandi vitanarfyritøkur, her eru tilboð um trivnað, og her er orka at gera tað, sum krevst. Fara vit at drena Havnina verður einasti kraftdepilin spakuliga avmonteraður. Tá verður einasta veruliga føroyska alternativið til teir spennandi men hóttandi býirnar niðri á europeiska meginlandinum spakuliga kvalt.
Samfelagsliga høvuðsendamálið kann ikki vera at lívga ávísum økjum, men at vit sum samfelag fáa best møguligar tænastur fyri minst møguligar skattakrónur – altso at vit taka samfelagsbúskaparlig og faklig atlit. Í einum burðardyggum regionalpolitikki eigur endamálið at vera at leggja aftrat verandi heldur enn at taða sundur fyri at taða sundur uttan atlit til dygd fyri samfelagið alt.
Ein afturvendandi pástandur er, at útjaðaraøkini vikna, tí tey gjalda alt ov nógv til høvuðsstaðarøkið. Ella tí at Havnin fær ov nógvar skattakrónur. Tað er, sum at hesin pástandur á ein ella annan hátt heldur lív í runukastingini. Pástandurin er bara ikki sannur og ongar kanningar stuðla hesum uppáhaldi. Eitt ”argument” skal vera, at almenn størv eru fólksins ogn og tí ein pulja, býtast skal javnt av desentralt. Tí hava vit einki ímóti, um býtið er neyðugt og rættvíst. Men so mugu vit býta fiskiríkidømið eftir somu prinsippum. Eg ivist, um tað kravið hevði verið so væl móttikið.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn