Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin klár til oljuna

Størsta avbjóðingin í Føroyum í dag er stóra fráflytingin av arbeiðsmegi og ungum fólkum – og at hesi ikki flyta heimaftur eftir lokna útbúgving í útlandinum. Hóast hetta í stóran mun er ein samfelagsuppgáva hjá okkara løgtingi og landsstýri, bjóðar høvuðsstaðurin seg fram, so vit fáa loyst hesa avbjóðing, tí landsins størsta kommuna vil gera sítt fyri at venda hesi skeivu gongd.

Vit skulu skapa karmar til nýggju frálandavinnuna, ið kann geva nýggj og spennandi arbeiðspláss í framtíðini, og sum soleiðis kann virka sum ein magnetur, fyri at fáa føroyingar í útlandinum heimaftur, samstundis sum vit kunnu skapa grundarlag fyri nýggjum útbúgvingum her á landi.

Ein slík gongd kann gerast ein vinnarastøða bæði fyri uppvaksandi ættarlið, fyri menningina av øllum landinum og fyri útlendska oljuídnaðin, ið uttan iva kemur henda vegin í kjalarvørrinum á olju- og gassfundum.

Landsmenning

Nógv hevur verið tosað um bygdamenning í sambandi við oljuvinnu, men sjálvur síggi eg hesa vinnu meira sum eitt týðandi stig á vegnum til at kunna skapa landsmenning, sum meinast við menning í Føroyum. Hetta er ikki ein spurningur um Havnina ímóti bygdunum, men nakað nógv meira álvarsligt og størri, nevniliga Føroyar ímóti útlandinum.

Skulu vit hava nakran møguleika at vinna henda dystin, mugu vit hava ein uppaftur meira spennandi og gevandi høvuðsstað, ið kann vera so mikið altjóðakendur, at her er eins hugaligt og lokkandi at búgva og arbeiða her sum í Keypmannahavn, Oslo, Reykavík ella Aberdeen.

Líka sum oljan hevur skapt spennandi bústaðar- og arbeiðsdeplar í Aberdeen og Stavanger, eigur hon eisini at kunna gera Havnina til ein líknandi miðdepil. Vit í høvuðsstaðnum halda okkum hava stóran part av ábyrgdini av at fáa føroyingar at støðast og trívast í Føroyum, og bara ein áhugaverdur, spennandi og innbjóðandi høvuðsstaður kann vera við til at venda gongdini, so fráflytingin steðgar.

Fleiri útbúgvingartilboð, fleiri arbeiðstilboð og fleiri tænastutilboð, ið ein savnandi høvuðsstaður hevur at bjóða fram, størri er møguleikin fyri at fólk fara at støðast. Og støðast fólk, kemur menningin av sær sjálvari.

Ein drívmegi

Ein komandi oljuvinna kann vera ein drívmegi, sum skal til fyri at venda gongdini, og vit mugu tí vera nóg skjót at seta út í kortið, hvussu vit kunnu hýsa hesi nýggju vinnu, og hvørjar tænastur skulu mennast í høvuðsstaðnum í hesum sambandi. Men meðan vit bíða eftir oljuni, er ov mikið at tríva í.

Eg fari í hesum sambandi at ynskja reiðaríinum Skansi Offshore hjartaliga vælkomið til Havnar. Við avgerðini um at flyta virksemið til høvuðsstaðin, er hetta reiðarí eisini við til at skapa grundarlag undir teimum ymsu tænastunum, sum ein olju- og frálandavinna hevur tørv á. Hetta er eitt stig á leiðini at gera høvuðsstaðin til miðdepil fyri framtíðar føroyskum oljuvinnubýi.

Eisini eru aðrar vinnufyritøkur í høvuðsstaðnum, ið bjóða seg fram til komandi oljuvinnuna, eitt nú MEST/Pam Offshore. Vaksandi virksemi nær føroyska markinum, og somuleiðis geografiska støða Føroya sum miðdepil í Atlantshavi, skapar stórar møguleikar hjá fyritøkum sum MEST.

Sum havnaborgari eri eg errin av, at henda fyritøka er partur av vinnulívinum í høvuðstaðnum og fari eg framhaldandi at vera við til at skapa hesi og øðrum vinnufyritøkum, ið kunnu veita vørur og tænastur til oljuvinnuna, teir bestu karmar.

Størri høvuðsstaður

Høvuðsstaðurin er ikki tann sami, sum hann var fyrr, tí nú fevnir hann um eitt nú Sund og Kollafjørð, og eisini her liggja stórir framtíðar møguleikar fyri at hýsa eini oljuvinnu. Vit fara tí ikki at sita hendur í favn her heldur. Tvørturímóti fara vit at skapa karmar og bjóða øki fram til nýggju vinnuna í hesum parti av høvuðsstaðnum eisini.

Men oljuvinna er meira enn bara vinna, tí hon er eisini ein náttúrligur partur av samfelagnum. Fyri at oljuvinnan skal kenna seg væl og hava góðar umstøður, er neyðugt, at vit eisini hava nógvar ymsar tænastur at bjóða fram, so sum skrivstovur, gistingarhús, matstovur og mentanar- og upplivingarpallar.

Hetta skapar alt arbeiðspláss og ger býin enn meira livandi, og tað fer í síðsta enda at vera við til at steðga fráflytingini. Heldur ikki mugu vit gloyma at skapa umstøður fyri útlendingarnar, sum koma hendavegin, tá oljan er funnin, og her hugsi eg eisini um møguleikar fyri altjóða undirvísingartilboðum.

Samanumtikið kann ein olju- og frálandavinna, sum hevur fótafesti í høvuðsstaðnum, verða við til at gera Føroyar til eitt gott land at búgva í. Partur av hesi menning skal koma frá komandi olju- og frálandavirkseminum, har vit longu nú eru komin væl á veg. Nú ræður tí um um ikki at gevast á hálvari leið.

Tað er lítil hjálp í at spjaða alt umrødda virksemið kring landið, tí vit mugu halda fram við at menna høvuðsstaðin, skulu føroyingar trívast í egnum landi. Og tað er heldur ikki tað oljuvinnan ynskir og ger aðrastaðni í heimi. Tvørturímóti krevst ein sentralisering av tænastum til oljuvinnuumsiting og útgerðarhavn, men ringvirkningarnir, og avleidda virksemi aðrastaðni í landinum vil verða ómetaliga stórt kortini. Vit skulu minnast til, at tað ein slík vinna hevur tørv á, er sum øll fiskivinna og alivinna tilsaman, ganga við 10. Tað verður tí nokk til allar partar av landinum kortini, bara virkir og kommunur megna og eru nóg dugnalig at veita oljuvinnuni tær tænastur tey hava brúk fyri.

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu