Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin í Skúvoy liðugt umvæld

Ein brimskaði, sum hevur darvað nýtsluni av havnini í Skúvoy tey síðstu trý árini, er nú liðugt umvældur. Sostatt skuldu umstøðurnar í bátahylinum verið í lagi aftur.

At trupulleikar hava verið og framvegis eru við atløguviðurskiftunum í Skúvoy, er ikki nakað nýtt. Tað, sum hevur gjørt viðurskiftini uppaftur verri, er ein brimskaði, sum hendi fyri stívum trimum árum síðani, har hol kom á brimgarðin til bátahylin, og sum síðani bara vaks.

Skaðin stóðst av, at tilfarið undir brimgarðinum við tíðini varð máað burtur orsakað av stóra aldutrýstinum; serliga í vánaligum veðri. Hetta elvdi sum fráleið til, at sjógvur slapp at treingja seg ígjøgnum rivurnar í neðra á brimgarðinum og á helluni undir honum. At enda kom rættiligt hol á verjuna, sum bara hevur vaksið seg størri og størri.

Nógva brimið, sum trongdi seg ígjøgnum verjugarðin, hevur gjørt støðuna ótolandi fyri bygdafólkið í Skúvoy og tey, sum nýta bátahylin.

Skaðin skuldi havt verið umvældur í fjør, men av ymsum orsøkum bar ikki til at fáa hetta gjørt fyrr enn í ár. Tað var P/F J&K Petersen, sum vann lisitatiónina, og sum hevur staðið fyri umvælingini.

Høvuðsorkin til, at arbeiðið varð útsett til í ár, var vánaliga veðrið longu tíðliga í heyst og í vetur.

Umvælingin er gjørd við at stoypa umleið 100 rúmmetrar av betongi uttan á verandi verjugarð, og við at spreingja nakað av helluni frammanfyri burtur, so trýstið á verjugarðin nú er minkað.

Arbeiðið, sum hevur kostað 2,6 mió. krónur, er fíggjað av landskassanum ígjøgnum eina løgtingsjáttan, sum kom eftir umbøn frá Skúvoyar Kommunu, ið eigur og varðar av havnini.