Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin hevur ein sunnan búskap!

Ein jólaheilsa og rættleiðing til Annfinn Brekkstein, nýggja andstøðuleiðaran í Tórshavnar býráð.

Aftur í ár vil eg á henda hátt senda vinum og kenningum eina heilsu og eina rættleiðing. Tí vit hava júst lisið árliga afturvendandi jólaheilsuna frá Annfinni Brekkstein. Hon plagar at koma um hesa tíðina, tá fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri býráðið.

Aftur í ár sendir Annfinn somu neiligu og uppgevandi heilsu til býráðið: Vit kunnu halda eini gleðilig jól við negativum gjaldføri og keypa jólagávur uppá kreditt og lántøku í komandi árum.

Einasti munur er, at hann hesaferð hevur undirskrivað seg sum býráðslim vegna Sambandsflokkin, og so sett allar fólkaflokksmennirnar undir eisini. Um hetta merkir, at hann er vorðin eitt slag av sjálvsútnevndum andstøðuleiðara, vita vit ikki heilt, men tað ger ikki pástandirnar minni høpisleysar fyri tað.

Fíggjarætlanin

Lat okkum hyggja stutt at fíggjarætlanini: Uppskotið javnvigar við 646 mill. kr. Í 2011 javnvigaði fíggjarætlanin við 612 mill. kr. Rakstarútreiðslurnar verða í 2012 í alt 496 mill. kr. og íløgurnar knappliga 139 mill. kr. Rakstrarútreiðslurnar økjast soleiðis við 4,6 mill. kr., og tað svarar til eina hækking á 1%. Samgongan hevur lagt seg eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta tó nervar tænastustøðið.

Íløgurnar eru slakar 139 mill. kr. Í 2011 vóru íløgurnar 109 mill. kr. Hetta er ein hækking á 30 mill. kr., ið svarar til 27%. Samgongan hevur valt at raðfesta íløgur og at tálma rakstrarútreiðslurnar. Roknað verður við sama skattaprosenti, 20,75%, og sama barnafrádrátti, 5.500 kr.

Lániskuldin hjá kommununi verður áleið 200 mill. kr. við árslok, og tá er ikki roknað við nýggjum lántøkum í 2012. Í 2012 væntar Tórshavnar kommuna eina skattainntøku uppá 646 mill. kr. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónsskattainntøkunum fyrstu 8 mánaðirnar í 2011.

Í fíggjarætlanini fyri 2012 er roknað við eini inntøkuhækking á 1% í mun til framskrivingina. Ein hækking í skattskyldugu inntøkuni uppá 1% gevur við verandi skattaprosenti á leið 8 mill. kr. í meirinntøku. Landsbankin hevur gjørt eina meting av lønarútgjaldingunum í 2012. Roknað verður við einum vøkstri, sum í besta føri er 4,6% og í ringasta føri 1,5%. Tí er talan um eina varliga meting av inntøkuhækkingini hjá Tórshavnar kommunu. .

Íløgurnar

Íløgur verða gjørdar fyri 139 mill. kr. Hetta er hægri enn í 2011, men allar íløgurnar eru fíggjaðar yvir skattin og uttan lántøku. Við hesum íløgum skapa vit nógv gevandi virksemi í býnum, vit skapa arbeiði og trivnað, og stórur partur av íløgunum fylgir okkara íløguætlan.

Tær størstu íløgurnar eru Boðanesheimið við 36,5 mill. kr. (tað er restupphædddin, so er Boðanesheimið goldið), dagføring av skúlum fyri 14 mill. kr., brúgv um Sandá 12 mill. kr., vegir 13,5 mill. kr., musikkskúli kr. 8 mill. kr. og svimjihylur og golfvøllur við 5 mill. kr. hvør.

Ynski eru um aðrar játtanir, bæði til rakstur og íløgur, men hetta er tað, sum fíggjarstøðan hjá kommununi kann bera, uttan at lánibyrðan verður økt meira.

Partafelagsskatturin er mettur at verða 20 mill. kr. Partafelagsskatturin fyri 2012 verður álíknaður skattskyldugu úrslitunum í 2011. Tí er sera torført at meta um, hvussu nógv kemur inn í skatti. Metingin er varin, og grundað á fyribils partafelagsskattin í 2011 og almennu búskaparligu metingarnar.

Lántøka og gjaldføri

Við árslok 2012 verður lánibyrðan hjá kommununi áleið 200 mill. kr. Við ársbyrjan var lániskuldin 167 mió. kr. Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka lán uppá 50 mill. kr. í 2011.

Vert er at minnast til, at heimild er at hava eina lántøku, ið svarar til eina álíkning – sum í okkara føri er 646 mill. krónur. So vit tosa ikki eingang um ein triðing av heimilaðu lántøkuni.

Í fíggjarætlanini fyri 2012 verða kr. 12 mill. kr goldnar í rentum, meðan avdráttirnir uppá 18 mill. kr verða umfíggjaðir. Gjaldførið hjá kommununi hevur annars verið so gott, at óneyðugt hevur verið at brúkt lánið uppá 50 miljónir, sum fíggjarnevndin játtaði í 2010.

So mín jólaheilsa til nýggja andstøðuleiðaran í Tórshavnar býráð er, at hann kann sova róliga víðari, bæði á jólum og inni í nýggja árið. Fíggjarstøða okkara er sunn og góð.

Sjálvandi er tað altíð ynskiligt at seta skattaprosentið niður, men vit gjalda altso seinasta part av Boðanesheiminum í 2012. Aðalmálið hevur heldur ikki verið at lækka skattaprosentið, sum er lutfalsliga lágt, men at fáa sum mest fyri pengarnar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri