Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin fyireikar seg til sólarmyrking

Sólarmyrking 20. mars 2015: Tórshavn verður bókstaviliga heimsins nalvi, tá tað verður full sólarmyrking yvir Føroyum tann 20. mars 2015. Uttanlands er áhugin er so stórur, at gistingarhúsini í Føroyum longu eru við at fyllast. 

Fríggjadagin tann 20. marts 2015 kl. 09:44:14 byrjar fullkomin sólarmyrking yvir Føroyum.

Nakað myrkt verður í einar tveir timar, men fullkomna myrkingin varar 2 minuttir og 47 sekund.

Koordinatarnir eru 64,4324 N. 6,6423 V. Føroyar og økið í ein radius av 250 km kring Føroyar liggja tí best fyri. Myrkingin sæst eisini á Svalbard, í Noregi og í Íslandi, men bara lutvíst aðrastaðni.

Orsakað av hesum hava Føroyar longu nú sera stóran áhuga úti í heimi, og ferðafeløgini og gistingarhúsini hava longu fingið sera nógvar fyrispurningar í sambandi við, at áhugað ætla sær til Føroya at síggja sólarmyrkingina.

Føroyskt felag hevur t.d. gjørt samstarv við ein serfrøðing á økinum: Travel Quest International, sum skipar fyri altjóða booking í sambandi við sólarmyrkingina. Felagið skipar eisini fyri ferðum til Svalbard og Noregs í hesum sambandi. Fyri amerikanarar er serligt tilboð um fýra nætur í Reykjavík og fýra nætur í Tórshavn.

Lesið meira um hetta á: www.travelquesttours.com

Stórur áhugi í Danmark

Í Danmark er áhugin sera stórur fyri at koma til Føroya í sambandi við sólarmyrkingina. Astronomisk Selskab skipar t.d. fyri umfatandi ferð til Føroya við spennandi skrá við fyrilestrum á bæði Fornminnissavninum og í Norðurlandahúsinum og bussferðum til útvald støð, har sólarmyrkingin skal upplivast.

Astronomisk Selskab upplýsir á síni heimasíðu, at amerikanarar longu eru farnir avstað við 500 songjarplássum í Føroyum, og at Travel Center Danmark, sum fyriskipar ferðini teirra vegna, ræður yvir 300 songjarplássum á bæði hotellum, vallaraheimum og privat.

Fyriskipararnir bjóða uppihald í Føroyum í døgunum millum 16. og 21. mars 2015. Prísirnir úr Danmark liggja upp til umleið 10.000 kr fyri ferðina. Sjálvandi koma gestirnir at búgva um alt landið, men stóra trýstið verður í Havnini.

Kommunan fyrireikar seg

Stóri áhugin uttanlands longu nú vekir eisini ans hjá fyriskiparum í Føroyum. Tórshavnar kommuna fer eisini at gera nógv burturúr hendingini, og sum frálíður verða ymisk tiltøk kunngjørd.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir, at áhugin er stórur, og at kommunan í tann mun tað er møguligt, fer at veita neyðugar karmar til tey átøk, sum ætlanin er at skipa. Hann ger vart við, at øll eru vælkomin at koma við hugskotum, so hetta vikuskiftið í 2015 verður ógloymandi. Enn er ov tíðliga at kunngerða nakra skrá, men hon verður ikki keðilig, sigur borgarstjórin.

Heðin Mortensen sigur seg minnast, tá full sólarmyrking var seinast í Føroyum um middagsleitið tann 30. juni 1954. Sólarmyrkingar av hesum slag eru sjáldsamar og henda bara, tá diameturin á mánanum at síggja frá jørðini er størri enn diameturin á sólini. Henda løtan varar longst í Føroyum í 2015 - í 2 minuttir og 47 sekund – og síðan verður ikki sólarmyrking aftur fyrrenn í 12. august í 2026.

- Vit fara at tosa við fleiri serkøn á økinum í Føroyum um tiltøk, fyrilestrar o.a.. Tað verður sjónvarpað beinleiðis úr Føroyum og myndir verða vístar á stórskýggja, bæði av jørðini og frá fylgissveini. Hópur av útlendskum myndafólkum koma hendaveg og gestirnir skulu hava eitt stórt upplivilsi, um teir so savnast á Argjahamri, uppi á Kongavarða, á Oyggjarvegnum ella úti í Nólsoy, har vit umhugsa eitt serligt tiltak. Ella hvat við at upppliva sólarmyrking av dekkinum á Westward Ho?

- Møguleikarnir eru nógvir, og eg vóni eisini at handilslívið fer at duga at gera sær dælt av hesi hendingini, tí tað er ongin endi á sølumøguleikum í sokallaðum ”gadgets” í sambandi við slíka hending sum hesa. Og so vóni eg eisini, at um tað viðrar, so fáa øll frí hesa løtuna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.