Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin er vakrasti býur í heiminum

"Torshavn is beautiful even on a rainy day" er ein av staðfestingunum hjá heimsgitnu heimasíðuni Tripadvisor. Googlar ein "beautiful Torshavn" eru ikki færri enn 153 túsund síður á netinum, sum hava somu fatan av tí vøkru Havnini.
 
Ivasamt er, hvør kann meta um, hvat er vakurt ella ikki. Tað veldst helst um eygað, sum sær. Nú ein dagin varð ein "serfrøðingur" endurgivin fyri at siga, at "Havnin er ljótasti býur í verðini".
 
Hyggja vit nærri at grundgevingini fyri hesum ramliga og neiliga pástandi, so er einasta givna orsøkin, at "lítið og onki skil er á, hvussu gøtuljósini í Havn síggja út".
 
Altso er slett onki galið við býnum í dagsljósi. Tað eru bókstaviliga perunum, tað er galið við.
 
Men ein slíkur pástandur veksur í sær sjálvum. Er sjálvstyrkjandi, kunnu vit siga. Fær heilt vist undirtøku frá teim tvørlyntu og leggur helst upp til neiligt kjak á sosialu miðlunum.
 
Og tað er spell. Tí tað er skjótt at vit tosa Havnina til at vera tað ljótasta, keðiligasta, vánaligasta, dýrasta og ófriðarligasta í verðini. Pástandirnir fara í sjálvsving. Til síðst er tað veruliga so. Er tað hetta, vit vilja?
 
Gøtuljós í Havn hava gjøgnum tíðina havt eittans endamál: At lýsa upp gøturnar, so tað sæst at ganga og/ella arbeiða. Ikki fyrrenn seinnu árini eru vit farin at hugsa um estetikk við eini staðfesting av, at ljós seta dám á umhvørvið og at tað ávirkar lívsdygdina.
 
Og tí fara vit undir at skapa upplivingar við ljósi. Og tað vindur skjótt uppá seg, tess meira vit nýta almenna býarrúmið til uppihald, virksemi og rekreatión. Vit brúka býin meira í myrkri enn áður og vit seta tí krøv til nýbygging.
 
Og spakuliga umleggja vit útbúnaðin til dagførda tøkni. Tað tekur tíð. Og fyri hvørt einasta átak við nútíðargerð av verandi útbúnaði, so gerst býurin enn vakrari.
 
Eitt av ítøkiligu átøkunum er ljóssetingin í býnum. Vit vita nú, at ljósið er við til at seta ein dám á umhvørvið, ið ávirkar menniskjað, og við hesum økjast lívsvirðini enn meira.
 
Tí seta vit í gongd eitt átak, sum fevnir um verandi og framtíðar ljósseting, eina virkisætlan við greining av økjum og átøkum. Endamálið við átakinum er at tryggja eina langtíðarætlan, soleiðis at vit finna bestu loysnirnar.
 
Havnin er longu vakrasti býur í heiminum. Í rætta ljósinum verður hon enn vakrari.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri