Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin blómar sum aldri áður

Fólkatalið veksur, arbeiði er til flestallar hendur, vinnugreinir hava framgongd, inntøkurnar vaksa, trivnaðurin er góður og tilboðini fjøltáttað.
 
Men valevni koma kortini kropp á kroppi og eymka seg um, at fíggjarstýringin av Tórshavnar kommunu má gerast betur. Veruleikin er, at síðan kommunan varð stovnað, hevur fíggjarstøðan ongantíð verið so góð sum nú. 
 
Onnur skriva um lániskuld hjá kommununi. Tórshavnar kommuna skyldar ikki eina krónu til føroysku peningastovnarnar. Vit hava einans lán uppá 68 miljónir frá Havnar Arbeiðarafelag og LÍV - og tað er einans 10% av tí, vit hava heimild at lána.
 
Veruleikin er, at vit eiga útivið dupult so nógv á bók, sum vit skylda. Vit kundu lættliga goldið okkara lítlu lán út - men ein gjaldsavtala er nú einaferð ein gjaldsavtala.
 
Somuleiðis verður grenjað um, at vit ikki hava ráð til tey átøk, sett eru út í kortið. Jú, tað hava vit, og vit hava longu avsett pening til øll tey stóru átøkini, sum skulu fremjast, t.d. Tórshavnar havn, útstykkingar, Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, langhyl, miðbýarætlanina, eldraøkið og onnur øki.
 
Vit hava besta familjupolitikk í landinum. Skattaprosentið er farið úr 20,75 prosentum niður í 19,75 prosent, og í nýggja árinum fer tað longur niður uttan at tað skal nerva tænastustøðið yvirhøvur. Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 kr. pr. barn um árið - tann størsti í landinum.

 
Fleiri valevni eru farin at kappbjóða um stórar skattalættar, samstundis sum tey krevja uppaftur fleiri tænastur. Her er ongin samanhangur í, tí lækka vit inntøkuna ov nógv, so fækkast tænasturnar og trivnaðurin versnar. So tey, sum ætla at minka um inntøkur kommununar nógv meira, enn ráðiligt er, kundu hóskandi sagt fólki, hvørjar tænastur skulu lúkast burtur.
 
Menningin á bústaðarøkinum gongur við rúkandi ferð. Innan stutta tíð eru hópin av grundøkjum aftrat til sølu og hundraðtals íbúðir til leigu ávíkavist á Argjum og í Hoyvík, lestraríbúðir verða bygdar, samstarv er um eldraíbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi ávíkavist á Óðinshædd og í Hoyvík. 
 
Tey gomlu søgdu, at tá krubban var tóm, so bitust rossini. Her er øvugt, tí her stendur bardagin um at sleppa framat fullari krubbu. Men havnarfólk vita, hvat tey hava. Aldri áður hevur Havnin blómað sum nú. Tí kann tað ikki vera nakar ivi um, hvørji havnarfólk velja framhaldandi at stjórna býnum. 
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri