Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnarmenn á fundi við borgarstjóran

Fyrr var "lítla býráðið" eitt kent fyribrigdi á gamla Kondittarínum í Havn. Hetta vóru menn, sum hvønn dag við størsta ídni loystu allar kendar trupulleikar yvir einum kaffikrússi og einum rundstykki ella lagkøkustykki, alt eftir, hvat tíð á degnum tað var.

Seinni hava nakrir roynt at hildið lív í hesi tradisjónini við at hittast á Sjómansheiminum, sum nú eitur Hvonn. Hetta eru øgiliga klókir og vitandi menn, einir 20 í tali ein góðan dag, sum hava svar uppá absalutt alt.

Og tá so er, so er einki meira náttúrligt, enn at teir av og á hitta borgarstjóran at leggja honum lag á við teirra stóru vitan um og innliti í alt og øll. Og í morgun byrjaðu teir so eina nýggja tradisjón - ein í minsta lagi árligan kaffifund við borgarstjóran.

Eingin veit við vissu, um tað er Birgar, Jørleif, Rasmuss ella onkur heilt annar, sum fann uppá at kalla teir "Havnarmenn". Men tað skal ikki takast so tungt ella bókstaviliga, tí bara tveir av teimum eru rasureinir - og bara annar teirra er til arbeiðis enn.

Í teirra verð er Havnin perlan. Havnin er høvuðstaður hjá okkum øllum. Og at vera havnarmaður hevur nakað við sál, hjarta og kenslur at gera. Tí kunnu bæði norðingar og suðringar vera limir, næstan uttan mun til, hvussu leingi teir hava búð í Havn. Atgongd fæst við bara at hoyra til. Aldursmark er heldur onki.

Teirra hjartamál eru at kalla øll trivnaðarmál. Landspolitikkur er sekunderur. Í teirra verð er tað stórmál at fáa líka nógva sál í trivnaðin í Hoyvík sum í Nólsoy, at finna eina hugnaliga loysn á Grasagarði og ikki minst at heitir pottar fara at vera at seta seg í í Gundadali, tá langhylurin er liðugur.

Teir hava allir eina meining um havnaútbyggingina, um oljuhavn, um tunnilin inn í Eysturoynna og yvirtøkuna av eldraøkinum 1. januar 2015. Men tað er meira spennandi at tosa um Tórsvøll og um eitt komandi býarsavn.

Fundurin vardi góðan tíma og var av teimum mest positivu. Borgarstjórin greiddi frá nøkrum málum og fekk rúgvu av góðum hugskotum við sær aftur í skjáttuni.