Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HAVNAR KIRKJA YVIRTIKIÐ ARNES MINDE

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg. Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað. Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, og í fjør tók kirkjuráðið spurningin framaftur.

- Tað, sum er spennandi við hesi verkætlan er, at kirkjan ætlar at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so er eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vit vita, at Havnar kirkja, sum eisini er Dómkirkja Føroya, hevur stóran tørv á hølum til ymiskt virksemi. Kirkjubygningurin er friðaður, so tað er ongin møguleiki at útbyggja kirkjuna. Til jarðarferðir og onnur tiltøk sleppa ofta ikki øll inn í kirkjuna, so møguleikin at brúka Arnes Minde hevði verið kærkomin. Kirkjuráðið hevur eisini upplýst, at húsið skal brúkast til konfirmantalestur og sosialt virksemi í sambandi við gudstænastur.

- Kirkjan hevur eisini heilt serligar uppgávur, t.d. á ólavsøku og til onnur høvi. Kirkjuráðið hugsar at brúka Arnes Minde til skrivstovu til dagliga avgreiðslu í sambandi við kirkjuskrivstovuna, eins og prestar og onnur starvsfólk kunnu hava sína dagliga gongd og tænastur har, tí í kirkjuni sjálvari er lítið og onki pláss.

- Kirkjuráðið hevur enn fleiri spennandi ætlanir, t.d. at draga hús og kirkju inn í søguliga umhvørvið á Reyni, at hava bóka- og myndaframsýningar, og at skipa fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við ferðavinnuna. Húsið er søguligt og hevur t.d. bæði verið politistøð, varðhald og hevur hýst býráðssali og -skrivstovu.

- Býráðið samtykti í fjør at lata kirkjuráðið yvirtaka Arnes Minde fyri 3,5 miljónir, sum var metingarpísurin. Kommunan er sambært lóg vanliga bundin av at selja allar ognir fyri marknaðarprís. Henda sølan er tí góðkend av kommunala eftirlitinum í Almannamálaráðnum.

- Almannamálaráðið var biðið um at at geva undantak at selja ognina uttan alment útboð. Eisini setti kommunan treytir til varðveiting av húsunum, somuleiðis at sokallað útvent virksemi verður í Arnes Minde. Fyri jól gav Almannamálaráðið loyvi at víkja frá kravinum um alment útboð.

- Nú eru vit so komin hartil, at kirkjan kann yvirtaka og flyta ymiskt virksemi inn í Arnes Minde til ólavsøku. Vit fegnast um, at málið nú hevur fingið eina góða loysn og ynskja kirkjuni og kirkjuráðnum alla eydnu við virkseminum í Arnes Minde, sum nú bæði verður varðveitt í stórt sæð upprunalíki, og verður ein livandi stovnur í søguríka umhvørvinum mitt í býnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Dagstovnurin fyri tey smæstu børnini, sum hevur hildið til í Arnes Minde í nøkur ár, flytur nú í dagstovnin Birkilund, sum verður liðugt umvældur á ólavsøku.

Arne Minde, søguligt yvirlit

Arnes Minde í Bringsnagøtu eru nærum 200 ára gomul hús, men navnið Arnes Minde er væl yngri enn tað. Upprunaligu húsini vóru væl minni, enn tey eru í dag. Bygt var upp í upprunaligu húsini vestureftir, har tað áður høvdu staðið nakrir hjallar.

Navnið Arnes Minde stavar frá fyrst í 20. øld. Tá var tað Napoleon Andreasen, skipari, vanliga róptur Poli í Dali, ið átti skipini. Hann og konan Olivia áttu ein son, sum kallaðist Arne, ið doyði sum lítil, og tá fingu húsini navnið Arnes Minde.

Poli í Dali var skipari og reiðari, og sjálvur gekk hann burtur við skipi sínum, Oliviu, á Suðurlandinum í 1912. Skipið var uppkallað eftir konuni. Eftir sat einkjan við sjey børnum. Men hon flutti saman við yngru børnunum í 1919 til Ný Sælands, har tveir teir elstu synirnir, Hans Olaf og Andrias, høvdu búsett seg. Poli í Dali sat eisini í Torshavns Borgerrepræsentation í tíðarskeiðnum frá 1900 til 1908.

KOMMUNAN KEYPIR HÚSINI

Tórshavnar Býráð keypti í 1909 Arnes Minde. Tað gingu tó nøkur ár, til býráðið flutti í húsini. Í 1909 var Tórshavn-ar Býráð júst flutt í Sloans Sal á Tinghúsvegnum, har Havnar Bio er í dag.

Fyrstu árini leigaði býráðið húsini út, men við ársbyrjan í 1918 flytir Tórshavnar Býráð sítt virksemi úr Sloans Sali og oman í Arnes Minde.

Hóast býráðið flutti í Arnes Minde í 1918, so blivu fleiri av hølunum í húsinum leigað út til onnur. Eitt nú helt Thorshavn Mælkeforsyning, ið varð stovnað í 1908, til í Arnes Minde fram til 1922, tá ið flutt varð oman í Tórsgøtu.

Kjallarin í Arnes Minde bleiv í 1926 innrættaður til 
politistøð og leigaður út, og sama ár flutti løgreglan í Havn av Skansanum og oman í Arnes Minde, her helt løgreglan til heilt fram til í 1967. Í kjallaranum var skrivstova og tveir klivar, sum ongi vindeygu høvdu.

Heilt fram til 1974 helt umsitingin hjá Tórshavnar Býráð til í Arnes Minde, men í november í 1974 varð flutt niðan í Gróthúsið á Vaglinum, sum vit í dag rópa Ráðhúsið, har stjórnarskrivstovan heldur til.

Í tíðarskeiðnum frá 1974 til 1986 varð størsti parturin av Arnes Minde leigaður út. Í 1986 flutti kommunala dagrøktin í húsini, hað hon nú er við at flyta út..

Keldur:
Havnin – fólk og yrki. 1900-1939, 
Birgar Johannesen
Tórshavn – býur og býarbørn, 1906-1910, 
Birgar Johannesen
Søvn Landsins 
Jens Pauli A. Nolsøe