Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havi ikki hoyrt so skaft

Stillaði á Tingvarpið í gjáramorgun og fekk tá at hoyra nakað av løgtingsgrannskoðarafrágreiðingini. Eg hevði ilt við at trúgva, - tí eg hoyrdi -, at skilið hevur verið og er so út av lagi vánaligt í landsins hægstu leiðslu, sum frágreiðingin ber boð um. Viðtøkur, reglugerðir, áheitanir og annars broytingar, ið eru viðtiknar og álagdar av løgtinginum til at verða framdar, lata landsstýrisfólkini ikki við seg koma, og tessvegna verður einki gjørt.

Hetta er fullkomuliga 'bananas'. Óskilið á økinum er mest sum totalt, og avleiðingar fyri landsstýrisfólkini eru í praksis ikki eksisterandi. So her er lítil vón fyri nøkrum bata.

Onkur nevndi, at í samband við registrering av landsins ognum var komið fram á, at Heilsuverkið átti fleiri hús i Tórshavn, sum landsstýrið annars einki visti um. Umtalaða registreringin og virðismetingin av landsins ognum hevur havt trupla føðing, og er ikki fingin frá hondini enn, sjálvt um viðtikið er fyri mongum árum síðani, at nevnda arbeiði skal gerast..

Fleiri størri mál vóru uppi at venda, saman við smærri so sum súlurnar, ið fóru í privatar lummar í staðin fyri landskassan, har tær av røttum hoyra heima, og so fríar telefonir, sum vóru í so fríar.

Gott hevði verið, um løgtingsins grannskoðarafrágreiðing kundi verðið send í hvørt hús, so øll kunnu síggja, hvussu skilið er og kunnu gera sær sínar egnu tankar viðvíkjandi tí, sum frágreiðingin tekur fram í ljósið.

Annars meti eg, at eitt neyvt tíðarmark má setast á, nær landsstýrisfólkini hava etið 'bananirnar' og gjørt reint borð. Harumframt má løgtingið herða krøvini til og fylgjurnar fyri, hvat henda skal, um líkasælan heldur áfram, og málini liggja óloyst.

Tað er annars ófatiligt, at tílíkt kann ganga fyri seg innan okkara politisku skipan. Hetta teknar eina sera dapra mynd av óálítandi politikarum, sum ikki taka politisku ábyrgdina og arbeiði í tí álvara, ið tað eigur at verða tikið.

Fólkið hevur krav upp á betri og eigur at krevja tað.

Undanførslurnar, ið nýttar verða fyri at sleppa sær undan ábyrgdini, eru úr farnari tíð. Okkara politiska skipan má - ongantíð ov skjótt - eta síðstu bananirnar, so vit kunnu koma á hædd víð stjórnirnar í hinum Norðanlondunum.

Einki annað eigur at verða góðtikið.

Dagfinnur Danbjørg.