Hava vit rætt til blokk?
Nú sigur løgmaður, at vit hava rætt til blokkin.
Hann má hava ótrúliga vánaligar ráðgevar.
Kann tað hugsast, at teir ikki hava lisið heimastýrislógina?
Har stendur, at øll mál á lista A kunnu gerast føroysk sermál nær sum helst bara annaðhvørt Føroyar ella Danmørk siga tað.
Síðani Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í 1948 samtyktu heimastýrislógina, hava vit tí ikki havt rætt til so mikið sum eitt einasta oyra úr Danmørk.
Zakarias Wang