Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hava skoparúm í KvF

Aftur og aftur verða teir somu sex ella sjey rithøvundarnir drignir inn í útvarps- og sjónvarpsstovurnar í KvF at ummæla tey mentanaravrik, teir í bókum og list hava latið úr hondum. Var einki nýtt at viðgera, so eru verturin og rithøvundin Ó-ir í høvdinum eftir, at sleppa at ummæla somu bók umaftur og umaftur.
 
Løgið, tá ið tað árliga koma 100 til 200 bøkur út í Føroyum, at eingin av øllum hesum rithøvundum og listafólkum dugir sítt verk so mikið, at tað er vert at umtala. Ella skulu teir avgjørt vera sama slag sum teir sex? Er hægsta mentan í KvF bara undirlívið, blasfemi og illbønir? 

Skalt tú avgjørt liggja heilt úti á rætta politiska vonginum fyri at fáa ljóðtakið í KvF í hondina? Onkur, sum liggur á miðjuni ella kanska eitt sindur til høgru, mátti eisini duga og av og á sloppið upp í part og fingið eitt lítið sindur av rúmd. Heldur ikki mátti tað verið tann stóri skaði um eitt listafólk ella ein rithøvundur er eitt vet konservativur.

Týðiliga skínur ígjøgnum, at tað eru rithøvundar, sum starvast ella hava tætt tilknýti til KvF, sum í tímavís og tá ið teir hug, fáa ljóðtakið á stovninum í hondina, 

Journalistar á almenna miðlinum, sum verður róptur Føroya hámentanarstovnur, skuldu nátúrliga verið objektivir, og politiskt og átrúnaðarligt óheftir, og avgjørt ikki latið tað lýst ígjøgnum, hvat fyri rithøvundar og listafólk teimum hóvar, og sum teir javnan draga við sær inn í studie. Vónandi selja hesir øll síni avrik, tá ið teir fáa tillutað so ríkiligt av tíð í KvF at ummæla síni verk, so ikki er neyðugt at teljast teirra millum, sum tveita túsundtals bøkur á brennistøðina, tí so fá hava hug at ogna sær tað avriksarbeiði innan mentan, teir leggja úr hondum.

Onkuntíð spyr tú teg sjálvan: eru tey, sum sita í mentanarnevndum, og ár eftir ár luta út miklar upphæddir av virðislønum, heiðursgávum og almennum stuðli til somu fólk, vavd upp í hetta sama? Nei, man spyr bara? Og vera allir hinir rithøvundarnir í Føroyum og øll tey, sum lesa teirra bøkur, mett sum býtt og Ó í høvdinum, tí tey ikki eru sama slag sum teir sex? 

John S. Myllhamar