Hava sent landsnevnd krav um eykaaðlfund
Tíðindaskriv:
Trý landsnevndarumboð og 38 sjálvstýrisfólk í Eysturoynni og Norðoyggjum hava hvør sær sent landsnevnd Sjálvstýrisfloksins krav um eykaaðlfund at verða 1. oktober 2011.
Í viðmerkingum til kravið verður víst á, at sitandi formaður longu hevur boðað frá, at hann aftan á vánaliga valúrslitið til fólkatingsvalið leggur frá sær. Sambært lógum felagsins eigur aðalfundurin, um møguligt, at velja floks- og næstformann millum ting- og landstýrisfólkini í flokkinum. Víst verður til, at Kári P. Højgaard innan ásettu tíðarfreist, boðaði frá, at hann stillar upp til formansvalið. Tí verður mett, at han er einasta valevni til folksformann, sum tí hervið verður stillað upp til formansvalið á eykaaðalfundinum.
Nú løgtingsval væntandi verður útskrivað fyrsta dagin, og valstríðið longu er byrjað, ynskja vit at fáa formansvalið í flokkinum avgreitt sum skjótast, fyri síðani at leggja allar kreftir í at fáa eitt gott løgtingsval, verður sagt í skrivinum til landsnevndina.
Hóskvøldið sendu trý landsnevndarumboð krav til landsnevndina um eykaaðlfund, og fríggjakvøldið skrivaðu 38 limir í Eysturoynni og Norðoyggjum undir krav um eykaaðalfund.
Tey trý landsnevndarumboðini eru, Eileen Sandá, Suðuroy, Erhard Jacobsen, Vágar, og Kristina T. Larsen, Eysturoy.
Treytirnar fyri at krevja eykaðalfund eru uppfyltar, tí sambært grein 4 stk. 10 í lógum Sjálvstýrifloksins, kann eykaðalfundur krevjast av trimum nevndarlimum í landsnevndini ella av í minsta lagi 30 flokslimum til at verða í fyrsta lagi vikudagin eftir og í seinasta lagi 28 dagar eftir, at hann er kravdur.