Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hava løgtingsfólk ikki virðing fyri egnum samtyktum? Og fjølmiðlafólk ongan fakligan stoltleika?

Rætt ella skeivt so hevur Løgtingið 3 ferðir viðtikið, at Skálafjarðartunnilin skal gerast á privatum grundarlagi. Ørskapur ella ei so eru 2 løgtingssamtyktir, sum siga, at gerast skal ein Sandoyartunnil, sum verður almennur.

Á einum støði, sum neyvan er einum framkomnum fólkaræði verdugt, hevur tjak nú í fleiri mánaðar leikað í serliga frá teimum, sum eru ímóti at gerast skal ein Skálafjarðartunnil ella at hann skal gerast á privatum hondum.

Flestu andstøðupolitikarar og onkur samgonguditto hava við hjálp frá flestu fjølmiðlafólkum gruggað og villleitt almenningin um, hvat er upp og niður í hesum máli, soleiðis at tað sum eigur at verða eitt konstruktiv tjak, sum styrkir fólkaræði, fullkomuliga er farið av sporinum og fyri tað mesta er óseriøs, ósaklig og so vitleyst, at tú illa troystar tær at gera viðmerkingar ella at fara uppí.

Skal tó við hesum íkasti royna at koma við einum lítlum klípi í royndini at fáa kjakið aftur á beint. Um tú vilt tað ella ei, so mást tú fyrihalda teg til veruleikan, so sum hann er. Og hann er, at:

Skálafjarðartunnilin:

1. Í apríl 2007 leggur Bjarni Djurholm fram uppskot og viðtók eitt samlað løgting at landsstýrið fór undir samráðingar við privat felag/feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy

2. Í mai 2010 viðtók løgtingið at geva privatum felagi einkarætt til undirsjóvartunnil/at bjóða einkarrættin út. 5 tjóðveldisfólk stemmaðu ímóti, meðan 24 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisini Eyðgunn Samuelsen. Eisini Hans Pauli Strøm. Eisini Heðin Mortensen. Eisini Heini O. Heinesen. Eisini Jenis av Rana. Eisini Poul Michelsen. Og eisini Tórbjørn Jacobsen.

3. Í apríl 2011 viðtók løgtingið at longja loyvið til privata felagið um einkarættin, meðan heimildin til útboð stóð við. 6 tjóðveldis- og 1 javnaðarfólk stemmaðu ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisini Eyðgunn Samuelsen. Eisini Hans Pauli Strøm. Eisini Heini O. Heinesen. Eisini Jenis av Rana. Eisini Poul Michelsen. Og eisini Tórbjørn Jacobsen.

4. Herumframt hevur løgtingið viðtikið játtanarkarmar í mai 2012, fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til undirsjóvartunnil. Viðtøkurnar eru gjørdar í flestu førum av samgonguni. Eisin Bárði Nielsen. Eisini Bjarna Djurholm. Og eisini Jenis av Rana.

Sandoyartunnilin:

1. Í des. 2007 viðtekur løgtingið lóg um at gera Sandoyartunnil.

2. Í mai 2009 viðtekur løgtingið lóg um at stovna partafelag at gera Sandoyartunnil og setir fyrru lógina úr gildi.

Í meiri enn 10 ár hevur verið kjakast um Skálafjarðartunnilin og í meiri enn 6 ár hevur verið lóggivið um hann og burtursæð frá stutta tíðarskeiðnum hjá CHE-samgonguni hevur hann allatíðina skulla verið gjørdur á privatum grundarlagi.

Og nú, tá ið komið er á mál og klárt er at skriva undir sáttmála um gerð av tunlinum, fara flestu andstøðupolitikarar og onkur samgonguditto upp at gora um, at málið er skeivt gripið an og vendir skeivt. Nú er tað knappliga tað einasta rætta, at verkætlanin skal verða almenn. Álvaratos, hevur tað ikki verið ríkilig av tíð at finna út av tí, um tað var altavgerandi?

Og væl hjálptir av fjølmiðlafólki uttan fakligan stoltleika, hvørs høvuðsendamál er at bera tíðindi, sum tæna egináhugamálum, er alt kjak enda á einum óhugnaligum lágum støði, har vit og skil ikki røkka.

Hvat endamálið er við nú aftaná 10 ár, 3 løgtingslógum, 2 játtanarviðtøkum og 1 fíggjarlóg at nýta alt hugsandi trýst fyri at tvinga ígjøgnum, at tunnilin so absolutt má og skal gerast á almennum grundarlagi, kann ikki vera av vælvild hvørki fyri Skálafjarðar- ella Sandoyartunlunum! Heldur man tað verða fyri at stóðga í hvussu so er Skálafjarðartunlinum, nú hann er klárur at fara undir.

Annað argument er, at sáttmálin ella partar av honum eru loyniligir. Men sig mær, nær eru sáttmálarnir fyri Marknagilsdepilin ella fylgiskjølini til boriloyvini hjá DONG ella Statoil almannakunngjørd ella løgd fyri tingið?

Tað tykist, sum um at ongi argument er ov ótespulig at nýta fyri at røkka málinum at stóðga tunlinum: avmontera fólkaræði, fongsulsrevsing, mia. endurgjald osfr. osfr.

Men samgongan ger bert sum henni er álgt av løgtinginum. Og tað er og verður tað einasta rætta til nakað annað er viðtikið.

Johan Petersen