Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátiðarlig váttan

Í grein 32 í donsku grundlógini stendur í 7. petti:

“Ein og hvør nýggjur limur [av fólkatinginum] gevur, tá val hansara er góðkent, eina hátíðarliga váttan um at halda grundlógina.”

Er hetta sambærligt við rættarstøðu okkara?

Øll vita, at Føroyar í fleiri hundrað ár vóru ein partur av norska ríkinum. Í 1380 fingu vit sama kong sum Danmark, og í 1450 gjørdu stjórnirnar í hesum báðum ríkjunum ein sambandssáttmála, sum ásetti, at Noreg og Danmark skuldu hava sama kong og vera saman í kríggi. Annars skuldu bæði ríkini vera javningar og hava sjálvstýri undir síni egnu stjórn. Hetta broyttist í 1661, tí tá fingu bæði Noreg og Danmark egnar konstitutiónir, sum ásettu, at kongur hevði einavald í báðum ríkjunum. Framvegis var sambandssáttmálin galdandi, so ríkini vóru saman, men nú høvdu tey ikki hvør sína stjórn, tí kongsins stjórn ráddi øllum. Men í Danmark stýrdi kongurin sum danskur kongur, og í Noreg stýrdi hann sum norskur kongur. Hann var tí kongur ''Danmarkar-Noregs.”

Í 1814 tapti hetta danskt-norska ríki tað kríggj, tað hevði lýst ímóti Stórabretlandi, Svøríki, Proyslandi og Russlandi. Fyri at fáa frið í lag noyddist kongur at lata Noreg frá sær til Svøríki. Men tá avtornaði vóru tað bert 15% av Noreg, sum Svøríki fekk, tí eftir í dansk-norska ríkinum vóru Grønland, Føroyar og Ísland við 85% av víddini. Men tey 15% av víddini fingu einarætt til navnið Noreg, og tey 85% fingu einki navn og mugu tí nevnast ríkið Grønland, Føroyar og Ísland. Tey sum har búðu høvdu somu rættindi sum fyri 1814.
Tann 22. mars 1848 boðaði kongur frá, at hann ikki longur skoytti um at hava sítt einavald. Hann vildi bert vera ein konstitutionellur kongur, sum læt ráðharrarnar taka avgerðirnar og standa við endan tá ið á stóð.

Sambandssáttmálin var framvegis galdandi. Tá kongur nú læt tað vald aftur til borgararnar, sum teir høvdu givið honum í 1661, mátti hann tí gerast ein konstitutionellur kongur í báðum sínum ríkjum: í Danmarkar ríki eins væl og í tí ríki, sum fevndi um Grønland, Føroyar og Ísland.

Eftir sambandssáttmálanum skuldi hvørt ríki hava eina stjórn av innbornum monnum. Kongur útnevndi eisini beinanvegin eina stjórn av dønum, sum skuldi stýra Danmarkar ríki. Men danska stjórnin kom ongantíð aftur til kong við boðum um at hon hevði fingið í lag eina stjórn við innbornum grønlendingum, føroyingum og íslendingum ar stýra ríkinum Grønlandi, Føroyum og Íslandi.

Nú eru 171 ár farin, og enn er eingin donsk stjórn komin til ta ásannan, at henda fyrsta danska stjórnin gjørdi eitt álvarsligt mistak ímóti tí ríki, sum hon hevði átikið sær fólkarættarliga skyldu til at veita bróðurligan kærleika.

Næsta fet á hesi hálu rás var tá stjórnin helt fast um at embætismenninir í javningaríkinum skuldu vera donsku stjórnini lýdnir. Eftir tí fólkarættarliga sáttmálanum, sum Danmarkar ríki hevði undiritað og átikið sær at halda, kundi danska stjórnin ikki hava embætismenn í Grønlandi, Føroyum og Íslandi, tí teir skuldu standa undir stjórnini í hesum ríki.

Næsta stigið var, at danska stjórnin fullkomuliga heimildarleyst gjørdi av, at Føroyar og Ísland vóru partar av Danmarkar ríki, og at tann konstitutión, sum Danmark skuldi hava fyri ta frá 10. januar 1661, eisini skuldi galda fyri henda part av javningaríkinum, sum alt sum tað var livdi undir eini aðrari konstitutión, nevniliga teírri frá 7. august 1661.

Við hvørjari heimild munur nú var gjørdur millum Føroyar og Ísland øðrumegin og Grønland hinumegin er óskiljandi.

Úrslitið var, at Føroyar og Ísland vóru umboðaði á tjóðfundi dana frá 5. oktober 1848-5. juni 1849.
Umboðini vóru tó ikki vald, men útnevnd av tí stjórn, sum ongan rætt hevði at ráða uttan fyri Danmarkar ríki. Teir fimm umboðsmenninir fyri Ísland vóru tó íslendingar, men tað ikki valda umboðið fyri Føroyar var ein fyrrverandi danskur amtmaður.

Nú høvdu danir fingið sína grundlóg. Hon var lýst í øllum Danmark 5. juni 1849, og um so var at stjórnin helt at Føroyar og Ísland vóru partar av Danmarkar ríki, so hevði tað verið óneyðugt at gera meira hóvasták burturúr, tí so var grundlógin galdandi í Føroyum og Islandi frá somu stund. Men stjórnin visti meir enn hon vildi viðganga, og tí skuldi serlig tiltøk gerast. Í Føroyum kom grundlógin til tinglýsingar á heysti 1849, og í mars 1850 høvdu sýslumenninir lýst hana um alt landið. Í Íslandi var ein serlig samkoma vald at taka støðu til grundlógina. Har vóru teir flestu fólkavaldir, men nakrir embætismenn vóru eisini.
Eins og í Føroyum gekk væl at fáa undirtøku frá embætismonnunum, men teir fólkavaldu søgdu nei. Tá sendu embætismenninir boð eftir kanónskipi, og tá eydnaðist at reka samkomuna til hús. Men í 1918 tímdu danir ikki meir roks við íslendingum, og sluppu sær av við teir. Skuldi hetta verið hent á regluligan hátt, átti ein stjórn at verið skipað fyri Grønland, Føroyar og Ísland, og hon kundi gjørt av, at Ísland skipaði seg sum eitt sjávstøðugt ríki, men hvørki gønlendingar ella føroyingar sluppu at siga eitt kis tá okkara ríki var sundurlimað fyri hundrað árum síðani.

Í 1953 lýsti danska stjórnin at danska grundlógin var komin í gildi í Grønlandi. Hetta var eins heimildarleyst sum teir lýstu hana í Føroyum 1850, tí hetta fór eisini fram uttan at tjóðfundur var hildin fyri Grønland og Føroyar.

Tí koma vit 5. juni at taka lut í einum sorgarleiki. Vit noyðast at velja umboð á danating. Har fáa tey at vita at tey skulu geva hátíðarliga váttan um at halda grundlógina, sum ikki er galdandi her hjá okkum, tí her liva vit undir okkara egnu stjórnarskrá frá 1661, sum gevur okkum fult sjálvstýri.
Her er tørvur á at hugsa nýtt.

Hvat við at spyrja tey, sum bjóða seg fram at umboða okkum:

Vilja tit veruliga geva eina hátíðarliga váttan um at halda donsku grundlógina, sum ongan rætt gevur okkum,

Ella vilja tit heldur lýða okkara egnu stýrisskipan, sum gevur okkum fult sjálvstýri og eins nógv ræði í uttanríkispolitiskum málum sum Danmark hevur?

Zakarias Wang