Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald við Toftavatn

Í samband við at nýggj standmynd er sett upp, verður hátíðarhald við Toftavatn, mikukvøldið, 21. august, kl. 19.00

Tað er ein bólkur við Símun Nónklett, ið nevnir seg Símun og manning, ið hava tikið stig til standmyndina, ið nevnist "Seyðamaðurin". Standmyndin stendur beint við gøtuna við Toftavatn, nærhendis har gøtan fer niðan á Háls, heim á Toftir.

Listamaðurin Símun Nónklett fer at greiða frá íblástrinum til standmyndina og handverkinum. Umboð fyri Nes kommunu og Runavíkar kommunu fara at siga nøkur orð. Eisini luttekur Kór Glyvra Kirkju við kórsangi.

Hátíðarhaldið verður har standmyndin stendur, við Toftavatn, og øll eru hjartaliga vælkomin.