Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald í Rituvík

Nógv fólk vóru komin saman í Rituvík leygardagin, tá nýggi vegurin til bygdina varð tikin alment í nýtslu.

Eftir at stjórin á Landsverki, Ewald Kjøbro, hevði bjóðað væl komin og takkað pørtunum, sum hava verið við í verkætlanini, fyri gott samstarv, fekk Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, orðið, har hann tók eitt sindur í Rituvíkssøguna.

Hann fegnaðist um, at tað júst var Rituvíkarvegurin, hann fekk sum sína fyrstu almennu uppgávu sum landsstýrismaður at klippa snór. Tað vóru nevniliga langomma og langabbi hansara, Nicolina og Per Højgaard, ið vóru tey fyrstu niðursetufólkini í Rituvík sjálvan jólaaftan fyri skjótt 139 árum síðani.

Eftir talur, snóraklipping og tónar frá Nes Sóknar Musikkfelag, gekk leiðin oman í skúlan til kaffi og køkur, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, segði nøkur orð.

Nýggi Rituvíkarvegur er umleið 1.200 metrar langur og hevur kostað 14 mió. krónur at gera.

Tað serliga við hesum degnum var, at hann samstundis var túsund ára føðingardagur hjá teimum 12 Olsen-systkjunum í Rituvík, sum øll eru á lívi. Fimm systrar og sjey brøður. Elsta av systkjunum er 91 ár, og tað yngsta 73 ár. Góðu ílegurnar koma frá Elsebeth Sofie Frederikke Olsen – fødd Jacobsen av Glyvrum – og Magnusi Salomon Olsen, sum vanliga varð nevndur Magnus í Rituvík..