Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald fyri nýggja vegnum í Leirvík

VEGAGERÐ: So upprann dagurin, har nýggja farleiðin til og úr Norðoyatunlinum er so mikið liðug, at hon alment kann takast í nýtslu. Leygardagin klokkan 13 verður alment hátíðarhald við "Fjøruvegin" í Leirvík, sum er navnið á nýggja vegnum.

Tilgongdin hevur verið long og til tíðir trupul, men umsíðir kann nýggja farleiðin til og úr Norðoyatunlinum alment takast í nýtslu. Talan er um nógv umtalaða Leirvíkarvegin, ella Fjøruvegin, sum hann nú kallast.

- Hóast burðurin hevur verið langur og heldur tungur, so haldi eg, at vit kunnu fegnast um, at úrslitið er væleydnað, soleiðis sum tað nú kom at vera, og sum vit síggja í dag, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Leygardagin klokkan 13 fær almenningurin høvi at verða við til hátíðarhald í sambandi við, at arbeiðið er so gott sum liðugt.

Tá fer Klaksvíkar Hornorkestur at spæla, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, og síðani fer Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at klippa snór og halda talu.

Tá hetta er liðugt, koyra limir úr MC felagnum í Eysturoy eftir vegnum. Síðani verður vartað upp í Bátasavninum, har stjórin á Landsverki bjóðar vælkomin og letur orðið til Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu.

Við í verkætlanini av Fjøruvegnum eru:

Samtakið JHR/RTS – høvuðsarbeiðstøka

HJ Asfalt – asfaltarbeiðstøka

LBF – projektering, ráðgeving og byggileiðsla, eins og fakeftirlit fyri elarbeiði Preben Hansen – fakeftirlit fyri jørð, beton og asfalt

Munin – góðskustýring

Innlendismálaráðið – byggiánari

Landsverk – byggiharri