Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald fyri handilspisum í Grasagarði í Havn tann 27. Juni kl. 16.00

Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla í Havn:

Fyrstu HH-studentarnir verða í hesum døgum klaktir á Føroya Handilsskúla. Og skjótt eru øll liðug við sínar próvtøkur - bæði tey sum verða HH-studentar og tey sum taka FHS-prógv, sum er grundútbúgving innan Fyrisiting, Handil og Skrivstovu.

Eitt prógv á miðnámi er ein varði í lívinum hjá teimum flestu. Hiðani gongur leiðin víðari út í lívið. Annaðhvørt fara tey ungu undir aðra útbúgving, ella fara tey eina yrkisleið. Við einum miðnámsprógvi frá Handilsskúlanum eru hópin av møguleikum opnir, bæði til yrkis og til lestur.

Men tíðin á miðnámi kemur altíð at standa eftir í minninum hjá tí einstaka sum ein serlig tíð.

Til tess at heiðra handilspisurnar, verður skipað fyri hátíðarhaldi í Grasagarði tann 27. Juni kl. 16.00.

Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri bjóðar vælkomin, Erika Hayfiled verður gestarøðari, Josva F. Debes heldur røðu vegna HH-studentarnar og Rannvá Mortensen flytir fram røðu vegna FHS-ararnar. Havnar Hornorkestur og Signar í Homrum fara at seta sín dám á hesa hátíðarløtu.

Øll, bæði avvarðandi og almenningur eru hjartaliga vælkomin til hetta hátíðarhald.